Eg taki eitt ár afturat í Føroyum

Fótbóltsblaðið: Fryntligi og málsøkjandi serbin tekur eitt ár afturat í føroyskum fótbólti

Fryntligi og málsøkjandi serbin tekur eitt ár afturat í føroyskum fótbólti. Hann ynskir at seta punktum, har sum tað heila byrjari. Í Fløtugerði í reyðum búna.

 

Serbiski áleyparin er komin aftur til ÍF. Tað er eitt kensluborið skifti, tí 35 ára gamli Uros Stojanov væntar, at hetta verður hansara seinasta kappingarár í føroyskum fótbólti.

 

- Eg sakni familjuna og eg vil eisini hava mína egnu familju. Eg eri væl fyri og tað ætli eg mær at vísa á vøllinum, men tíðin er komin til at fara víðari í lívinum aftaná hetta. Men lívið uttan familju er einki vert, sigur Uros Stojanov á góðum enskum.

 

Hann kom til føroyskan fótbólt í 2020. Tvey flestu mundu fáa eyga á hann í eini 3-2 sending, har hann setti sær sum mál at skjóta 10 til 12 mál. Tað gjørdi hann so ruddiliga, tí hann skoraði 17 mál og bleiv toppskjútti í føroyskum fótbólti saman við Klæminti A. Olsen.

 

Les alla samrøðuna í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum.