Allan Simonsen fór frá konu sínari, meðan hann var landsliðsvenjari í Føroyum, og hann brúkar nógv pláss í nýggju bókini til at skriva um sambandið við familjuna hjá sær – ikki minst í sambandi við hjúnarskilnaðin og nýggja giftarmálið.
Allan og Anette Simonsen hittust, tá tey vóru 15 ára gomul. Tey hildu saman í 31 ár og høvdu verið gift í 23, tá tey fóru frá hvørjum øðrum í 1998.
- Tað var eitt gott hjúnarband, men við tíðini vuksu vit frá hvørjum øðrum. Og í mínum føri hitti eg ein aðra kvinnu, sum var fitt og dragandi. Anette fann út av tí, og tað var ein sera keðilig tíð fyri okkum øll. Avgerðin um at rýma frá familjuni var sera, sera hørð, og eg kendi veruliga, at eg sveik mínar tríggjar døtur, skrivar Allan Simonsen í nýggju bókini.
- Um eg hevði fylgt heilanum, hevði eg verði verandi hjá familjuni, men skuldi eg fylgja hjartanum, mátti eg rýma.
- Eg kann ikki lata verða við at hugsa, at eg serliga sveik tær báðar yngru døturnar hjá mær, sum vóru 13 og 15 ára gamlar, og eg havi eisini av royndum lært, at tú skalt verða meira saman við tínum børnum og familjuni, enn eg var.
Nýggja kvinnan, sum Allan Simonsen hitti, var Gitte, ið hann nú er giftur við. Hon er 16 ár yngri enn Allan Simonsen, og tey bæði eiga eitt barn saman og búgva í Spania.