Eg stuðli ynskjum ÍSF

Sjálvandi skal játtanin økjast.

Sjálvandi skal játtanin økjast.

 

Sum ítróttarleiðari stóran part av mínum vaksna lívið, fyrst í Argja Bóltfelag og síðani í Argja Róðrarfelag, stuðli eg ynskjum ÍSF, av heilum hjarta.

 

Ein kann aldrin virðismeta tað stóra sjálvbodna arbeiði, ið eldsálir leggja í ítróttin, nóg nógv.

 

Heili 15.000 limir eru í ISF. Í 2008 varð sjálvbodna arbeiði mett, at hava eitt virði uppá 48 mill. Kr. Játtanin er 7 mill. kr.

 

Hendan játtan eigur at vaksa á hvørjum ári. Ásannast má, at ein játtan til ítróttarungdóm okkara, undir leiðslu ÍSF, er ikki ein útreiðsla, men ein íløga í ein sunnan og frískan ungdóm. Bæði sosialt og mentalt.

 

Fái eg nakra ávirkan eftir valið, so er ÍSF eitt av mínum hjartamálum.

 

Vel Fólkaflokkin.

Fróði Ó. Olsen

Valevni Fólkafloksins