Nú Jóannes Eidesgaard heldur heldur óvæntað leggur frá sær í politikki, er tað ikki tí at hann stingur halan ímillum beinini og rýmir undan fíggjarkreppu og vánaligum veljarakanningum. - Hetta er ein avgerð, sum hevur spøkt leingi, segði hann á tíðindafundi beint nú.
Hann minnir á, at longu tá í samgongan varð skipað í 2008, var hann trekur at fara í landsstýrið, men læt sær lynda eftir eitt ávíst trýst frá flokkinum.
Hann sigur, at tað hevur verið ringt at finna ta lagaligu løtuna, men nú er passaligur politiskur friður at taka endaliga stigið, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard leggur ikki bara frá sær sum landsstýrismaður. Hann leggur eisini frá sær sum floksformaður og á landsfundi um tvær vikur skal nýggjur formaður veljast.
- Tað hevur stóran týdning, at ein nýggjur floksformaður fær stundir at fóta sær upp undir eitt løgtingsval og fær stundir at føra flokkin sínar leiðir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning at eitt nýtt ættarlið sleppur framat og fær stundir at stinga politisku kósina út í kortið.










