Eg standi einsamallur

STINGUR Í SEKKIN Sjúrður Skaale hevur gjørt av at taka seg úr Tjóðveldi og hann væntar ikki, at hann fer at stilla upp aftur

- Tá ið eg nú havi avgjørt at taka meg úr Tjóðveldi, er tað bæði av persónligum og av politiskum orsøkum.
Tað staðfestir Sjúrður Skaale, sum nú hevur tikið tað víðgongda stigið at melda seg úr Tjóðveldi.
Í gjárkvøldið boðaði hann floksfeløgunum frá, at hann hevði ikki longur hevur samvitsku til at verða limur í flokkinum og at umboða flokkin á tingi longur.
Tað, sum hevur fingið bikarið hjá honum at flóta yvir, er ósemjan ímillum hann og tingmanningina annars um illa umstrídda uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan.
Serliga sjónsk hevur hendan ósemjan verið við floksformannin, Høgna Hoydal, sum Sjúrður Skaale hevur ligið í opnum stríði við í fjølmiðlunum.
Tað greiðir Sjúrður Skaale frá aðrastaðni í blaðnum í dag.

Kolldømdur
Men hann leggur afturat, at tað er bæði av persónligum og politiskum orsøkum, at hann nú tekur seg úr flokkinum.
Tann persónliga orsøkin er, at flokkurin hevur valt hann í nevndina at viðgera uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan.
- Men nú má eg bara staðfesta, at nú arbeiðið nærkast endanum, standi eg einsamallur í flokkinum við mínum sjónarmiðjum, tí flokkurin hevur kolldømt mítt arbeiði í stjórnarskipanarnevndini.
- Og eg haldi, at tað er keðiligt at vera komin í eina støðu, at flokkurin kolldømir arbeiðið, eg havi gjørt í eini nevnd, flokkurin sjálvur hevur valt meg at umboða seg í.
Tann politiska orsøkin er, at eftir hansara tykki er tað blóðskeivt av Tjóðveldi ikki at taka undir við stjórnarskipanaruppskotinum, soleiðis sum tað nú fyriliggur.
- Eg skilji onki av tí, hvussu Tjóðveldi kann taka hesa støðuna.

Gnaddar í langa tíð
Sjúrður Skaale sigur, at sama hvørja lagnu uppskotið til nýggja stjórnarskipan fær, verður hetta eitt mál, sum fer at elva til eina ósemju ímillum hann og flokkin í langa tíð.
- Dettur uppskotið burtur, fer tað at liggja og gnadda ímillum okkum í langa tíð. Verður tað samtykt, skal tað samtykkjast einaferð afturat, umframt at tað skal til fólkaatkvøðu og sostatt er hetta ein ósemja, sum undir øllum umstøðum ongin endi fæst á.
Og tað hevur hann ikki hug til.

Sjúrður liðugur

Sjúrður Skaale sigur, at nú hann hevur tikið seg úr Tjóðveldi, ætlar hann sær ikki upp í nakran annan flokk.
Hann staðfestir, at hann verður uttanflokkatingmaður, tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum.
Hann sigur eisini, at tað liggur ikki í kortunum, at eg stilli upp aftur.
- Tað ætli eg ikki. Beint nú eri eg eitt sindur troyttur, sigur hann.
Hann sigur, at hesi árini, hann hevur verið í løgtinginum, er hann serliga fegin um arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini, tí har er nógv gott fólk, sum hava sett sær sum mál at røkka einum úrsliti.
Men hann er eisini fegin um semja er um, at málnevndin verður avtikin og at eitt málráð verður sett ístaðin so at vit fáa eitt føroystk mál, sum hevur betri kjølfesti í fólkinum.

Alt ov lítið

Politiska arbeiði í løgtinginum og í landsstýrinum er ikki serliga effektivt.
Tað staðfestur Sjúrður Skaale, tá ið vit biðja hann draga saman um hesi árini, hann hevur verið fólkavaldur politikari.
Hann hevur verið bæði fólkatingsmaður og løgtingsmaður og hann sigur, at tað er himmalvíður munur á teimum báðum tingunum.
- At vera í Fólkatingi var ómetaliga áhugavert, tí har var ikki so nógvur partapolitikkur. Heldur arbeiddu vit við ítøkiligum málum og fingu eisini ítøkilig úrslit.
Eitt úrslit, hann rakk, tá ið hann umboðaði okkum í Norðurlandaráðnum, var at forða fyri, at norðurlendski stuðulin til Norðurlandahúsið í Føroyum varð skerdur og á fólkatingi var hann eisini ein oddamaður í arbeiðnum at kanna viðurskiftini hjá føroyskum útisetum.
Harumframt vóru nógv ítøkilig mál um føroyingar, sum onkusvegna vóru komnir í klemmu og har tað bar til at loysa trupulleikan.
- Á fólkatingi bar til at sita eitt fríggjakvøld og líta aftur um bak og vísa á ítøkilig úrslit, sum vóru rokkin í vikuni.
- Tað sama kann ikki sigast um arbeiðið á løgtingi, tí eg havi onkuntíð sitið eitt fríggjakvøld og ásanna, at hesa vikuna kom onki burtur úr.
Hann staðfestir, at hann hevur nógvar góðar starvsfelagar á løgtingi, sum hann hevur havt gott samstarv við.
- Men politiskt arbeiði í Føroyum er ikki serliga effektivt, tí tað fer ov nógv orka til politiskan taktikk, til politiskar telvingar og til togarí aftur og fram um alskyns mál.
Her kunnu vit viðmerkja, at somu niðurstøðu er fyrrverandi floksfelagi hansara, Tórbjørn Jacobsen komin til, tí hann hevur gjørt av at hann stillar ikki upp aftur, tí tað kemur alt ov lítið burtur úr eftir hansara tykki.