Hendingin frá Premier League dystinum, har Johnny Evans og Papiss Cisse spýttu eftir hvørjum øðrum hevur fingið eitt eftirspæl. Papiss Cisse hevur biðið um orsaka fyri hendingina, meðan Johnny Evans heldur fast um, at hann ikki spýtti – hóast sjónvarpsmyndirnar vísa nakað annað.
Les eisini: Spýttu á hvønn annan
- Eg eri bilsin um miðladekningin av dystinum í gjár. Eg vil bara gera eitt greitt, eg havi ikki spýtt á Papiss Cisse, sigur Johnny Evans hóast sjónvarpsmyndirnar tykjast heilt greitt vísa, at Johnny Evans nettup spýtur á Papiss Cisse.
Video: Hendingin sæst við at trýsta HER (youtube.com)
Víðari verjir Johnny Evans seg við, at hann aldrin kundi funnið upp á slíkt. Papiss Cisse hevur hinvegin valt at biðja um umbering. Er ein lítil ivi leiklutin hjá Johnny Evans, so er ongin ivi, um at Papiss Cisse spýtti aftur.
- Eg má biðja um umbering til fleiri í dag. Fyrst og fremst liðfeløgunum og viðhaldsfólkunum, og síðani Johnny Evans og øllum, sum sóu hendingina, sigur Papiss Cisse.
Framherjin úr Senegal leggur afturat, at talan var um eina reaktión upp á nakað, sum hann kallar fyri “ótespiligt”. Helst vísandi til spýttklattin hjá Johnny Evans.
Dómarin sá ikki hendingina og tí hevur enska fótbóltssambandið tikið málið upp. Skuldsettur partarnir hava til í morgin klokkan 19 at svara.