Føroya Skúlabókagrunnur boðar í tíðindaskrivi frá, at sjeynda bókin í »Eg skrivi« røðini nú er komin út.
Endamálið við »Eg skrivi« bókunum er at stuðla og eggja næmingunum at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, her undir føroyska mállæru og rættskriving, so at næmingunum fellur lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum føroyskum máli, bæði í talu og skrift.
»Eg skrivi-bøkurnar« eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki ella seint í 4. flokki, og upp í 7. flokk ella 8. flokk, so sum lærari heldur tað vera hóskandi.
Gunnvá Dam hevur skrivað bókina, og Edward Fuglø hevur myndprýtt. Umbróting, repro og prent hava Vasti og Estra staðið fyri.
»Eg skrivi 7« fæst til keyps á Bókamiðsøluni, og saman við hefti til útfyllingarfyrisagnir kostar hon 98,- krónur.