Katrin og Johannis Lydersen og fýra børn teirra búgva í lítla býnum Jerup, sum liggur millum Skagen og Frederikshavn í Norðurjyllandi.
Knappliga hevur lív teirra fingið eina nýggja vend, tí tey eru vorðin fleirimillióningar.
Fyri hálvum triðja ári síðan keypti hon ein lottoseðil á netinum, hongdi hann á eina uppslagstalvu, og har hevur hann hingið síðan. Hetta var ein seðil við føstum haldi, og hon hevur rindað 160 krónur um mánaðin fyri seðil.
Hon hevur als ikki kannað tølini, tá ið drigið hevur verið.
Katrin kannaði heldur ikki tølini næstseinasta leygardag, tá ið júst hennara seðil vann.
- Men mikudagin í seinastu viku ringdu tey til mín frá Danske Spil og søgdu, at eg hevði vunnið, men eg trúði tí ikki. Eg helt, at onkur gjørdi gjøldur við mær, sigur Katrin.
Tá ið hon hevði lagt hornið á, fór hon at kanna seðilin, og rætt var. Hon hevði vunnið 7,8 mió. krónur.
- Eg skríggjaði og skralaði, dansaði og hoppaði, sigur Katrin.
Gekk út yvir børnini
Hon var einsamøll heima við teimum báðum yngru børnunum, og hennara róp gekk tí mest út yvir tey.
Tá ið friður so nøkulunda var fallin yvir hana, ringdi hon til mannin, sum ikki var heima. Hann siglir sum maskinmeistari í norsku frálandavinnuni.
- Hann skilti ikki, hvat var áfatt, tá ið eg ringdi soleiðis mitt um dagin. Hann hevði eisini ilt við at fata, at eg hevði vunnið so nógv, sigur Katrin.
Dagliga lívið hjá familjuni er enn í hvussu er einki broytt. Katrin arbeiðir sum barnafysioterapeutur í kommununi, og hon hevur verið til arbeiðis hvønn dag síðan.
Hon hevur tó líkasum flogið uppi í skýggjunum, síðan hon fekk boðini.
- Men nú haldi eg, at eg eri við at koma niður á jørðina aftur.
Fær ráðgeving
Einki er avgjørt enn um, hvat tann stóra peningaupphæddin skal setast í, sjálvt um Katrin hevur gjørt sær onkrar tankar um, hvat vinningurin letur upp fyri.
Ein dag fær hon vitjan av einum fíggjarligum ráðgeva, sum Danske Spil bjóðar henni at ráðføra seg við.
Børnini eru farin at leggja framvið at fáa okkurt burtur.
- Tað er ikki frítt, og eg havi sagt við tey, at tey skulu fáa ordiliga góðar jólagávur í ár, sigur Katrin.
Fyri langari tíð síðan avgjørdi familjan at fara til Føroya í ár at halda jól, og ferðaseðlarnir vórðu goldnir tá.
- Men nú kann væl verða, at vit eisini fara onkrastaðni at ferðast næsta summar, sigur Katrin.
Katrin og Johannis Lydersen hava sum nevnt bæði fast starv, og familjan býr í egnum húsum.
Nakað av peninginum ætlar hon at brúka til at niðurgjalda skuld í húsinum, men hon gremur seg ikki um nakað.
- Peningurin verður tí bara sum rómi omaná, sigur hon.
Hon ætlar ikki at gevast at spæla við sínum lottoseðli.
- Eg haldi fram, til eg ikki tími meira.