Eg skori næstu ferð

Arnbjørn Hansen iðraði seg sum vera man, um at hann ikki var kaldari enn tað sama, tá hann fekk sín stóra møguleika beint undan steðginum

Fótbóltur

 

Hann hevði longu hótt eysturríksku verjuna eina ferð. Bert millimetrar forðaðu Arnbirni Hansen í at taka bóltin fram við Alex Manninger, tá hesin í nógva vindinum var farin á skógtúr.

Men beint undan steðginum kom ein nýggjur møguleiki. Eysturríkska rangstøðufellan kiksaði, tá Holst stakk bóltin inn um, men ólukkutíð var Arnbjørn ikki nóg skjótur avstað, og so varð hann tacklaður, áðrenn veruligt skot fekst á.

Og sjálvur ásannaði Arnbjørn, at hann átti at gagnnýtt møguleikan betri.

- Eg hugdi fyrst at linjuverjanum, men hesin helt bara á at renna, og so royndi eg at seta ferð á. Tað skal ikki vera nøkur umbering, men har var nógvur vindur, og saman við nervum og øðrum gjørdi tað, at eg ikki fekk nóg nógv burturúr, og tað var ikki nóg gott.

 

Strævið

Dysturin leygardagin var fyrsta ferðin, at Arnbjørn fekk møguleikan frá byrjan, og hann ásannaði, at talan var um eina serstakliga tunga uppgávu.

- Hatta var heilt, heilt, heilt óluksáliga strævið. Heima í Føroyum kanst tú klára teg við at renna 50% stóran part av tíðini. Her ert tú uppi á 150% alla tíðina, so eg var fullkomuliga sperlaður.

Móti dystarenda settist tú bara á vøllin eina løtu eftir eina tackling. Var absolutt einki eftir tá?

- Tá stóð tað á null. Ella kanska stóð tað á minus á energi-málaranum. Men tað er ótrúliga lekkurt, tá tað kortini gevur úrslit.

Tit hava so bara fýra dagar, áðrenn næsta uppgávan stendur fyri framman. Klára tit at løða battaríini aftur til tað?

- Tað haldi eg. Eitt sindur av massasju og rætti maturin hjálpa nógv. Men kanska ikki heilt upp á 100% aftur, tí ein slíkur dystur tekur veruliga nógva orku.

Men um tú í Kaunas fært ein líknandi bólt stungnan inn um verjuna. So ert tú kanska til reiðar at taka av møguleikanum?

- Ja!, var einasta svarið, sum Arnbjørn hevði til hetta seinasta.