-Eg skjeyt bin Laden

Ein fyrrverandi amerikanskur hermaður greiðir nú frá, hvat hendi, tá hann og aðrir servandir amerikanskir hermenn gjørdu av við yvirgangsleiðaran Osama bin Laden í mai mánað í 2011.

Hermaðurin, sum verður umrøddur sum "The Shooter", sigur í samrøðu við tíðarritið Esquire, at tað var hann, sum skjeyt bin Laden um náttina tann 2. mai.

Í samrøðuni greiðir "The Shooter" frá, at hann fekk eygað á bin Laden í náttkikaranum.

-Hann tóktist ørkymlaður. Hann var størri, enn eg hevði ímyndað mær. Hann hevði húgvu á høvdinum, og hann hevði konu sína framman fyri sær sum ein skjøldur, greiðir "The Shooter" frá. Og hann heldur fram:

-Eg var noyddur at skjóta hann í høvdið, fyri at hann ikki skuldi fáa stundir til at spreingja seg í luftina. Í tí sekundinum skjeyt eg hann tvær ferðir í pannuna. Seinnu ferð datt hann niður. Hann lá framman fyri songini. So skjeyt eg eitt skot afturat. Hann var deyður. Í teirri løtu hugsaði eg: Er hetta tað besta ella tað versta, sum eg havi gjørt?

Fyrrverandi hermaðurin sigur, at hann hevur gjørt av at siga sína søgu, tí hann er misnøgdur við ta viðferð, sum hann hevur fingið frá USA síðani hendingina. Millum annað greiðir hann frá, at tá hann gavst sum hermaður eftir 16 ár í herinum, mistu hann og familjan sjúkratryggingina sama kvøld. Harafturat stúrir hann fyri, at onkur fer at hevna drápið í Pakistan ta náttina fyri skjótt tveimum árum síðani. Tí hevur hann spurt myndugleikarnar, hvørja verju hann kann fáa, men tí kom lítið burturúr, sigur hann.