Tórshavnar Sløkkilið fekk fráboðanina um eldin í City Church klokkan 00.18 - ella stutt eftir midnátt - mikunáttina, og løtu seinni var sløkkiliðið á staðnum og byrjaði at sløkkja.
Men, fyrr sama kvøld var umboð hjá Tórshavnar Sløkkiliði eisini í City Church, tí nógvur roykur tá kom úr oljufýringini. Tá varð staðfest, at eldur var í kaminuni, og eldurin varð sløktur.
Hans David Hansen, varaleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, greiddi soleiðis frá á FM1 í dag:
- Eg kann vátta, at vit vóru í City Church. Hetta var í samband við, at eldur var í kaminuni. Ein maður hjá okkum sløkti eldin og var í City Church í rúma tíð, helst í meira enn ein tíma.
Varaleiðarin vísir á, at síðan var maðurin hjá sløkkiliðnum burtur haðani í ein lítlan tíma og ætlaði sær oman aftur í City Church at kanna, hvussu var.
- Maðurin hjá okkum var har til umleið 23.30, áðrenn hann fór haðani. Síðan ætlaði hann sær oman aftur at kanna umstøðurnar klokkan 00.30.
Hans David Hansen vísir á, at tá fráboðanin kom um eldin, var maðurin hjá teimum júst á veg út í bilin og skuldi fara oman aftur í City Church.
##med2##
- Eg skilji væl, at fólk undrast yvir, at sløkkiliðið hevði verið í City Church fyrr um kvøldið og tað, sum síðan hendi. Eg hopi, at kanningarnar hjá løgregluni fara at finna út av, um nakað skeivt er farið fram ella ei, sigur varaleiðarin í Tórshavnar Sløkkiliði.
Pastorurin í City Church, Tom Jacobsen, sigur, at tað nyttar lítið at hugsa um nú, hvat møguliga kundi havt verið øðrvísi, og hann heldur ikki, at tað gevur nakra meining at vera eftirklókur.
- Hetta er hent, og nú eru vit her, segði hann við FM1 í dag.












