– Eg skilji væl Vindrøkt

- Tað hevði verið rættast, um elveitingarøkið varð regulerað við skeivari diskriminering. Men Elveitingarlógin frá 2007 letur ikki upp fyri hesum møguleikanum.
Tað sigur Jóhan Dahl, sum er landsstýrismaður við ábyrgd av føroyska orkupolitikkinum. Hví so er, heldur landsstýrismaðurin vera ein góður spurningur, sum hann tó ikki dugir at svara uppá.
Tá fjarskiftisøkið bleiv opið fyri kapping, og aðrir, smærri veitarar sluppu framat, bleiv lógarverkið tillagað soleiðis, at tað vardi teir smáu ímóti ójavnari kapping, sonevnd positiv ella skeiv diskriminering. Fjarskiftiseftirlitið hevði uppgávuna at síggja til, at smáu veitararnir ikki vórðu tiknir av fótum av lægri prísum og herferðum við góðum tilboðum til brúkaran frá Føroya Tele.
Men ongin líknandi skipan hevur verið á orkuøkinum, og tey sum hava bjóðað seg fram at kappast við SEV hava tí í stóran mun samstundis verið bundin av SEV.
Ein arbeiðsbólkur situr, sum hevur til uppgávu at gera eina nýggja heildarætlan fyri, hvussu alt tað føroyska eløkið skal skipast. Arbeiðsbólkurin letur landsstýrismanninum álit í apríl, og tá fara tilmæli eisini at vera um, hvussu bygnaður og eigaraviðurskifti hjá SEV eiga at vera í framtíðini.
Landsstýrismaðurin sigur seg vilja arbeiða fyri, at kapping skal vera, eisini á eløkinum. Hann minnir tó á, at veitingartrygdin hevur sera stóran týdning tá vit tosa um el.
- Tí vil eg fyrst síggja álitið, sum eg fái frá arbeiðsbólkinum í apríl, áðrenn eg takið nøkur stig, sigur Jóhan Dahl.
Tað er Jarðfeingi sum umsitur orkuøkið fyri landsstýrismannin.