Mamy greiðir frá, at hon nokk varð vald til starvið í Klaksvík, tí at tað hevði gingið so væl at fáa skil á roknskapin á Landsjúkrahúsinum. Henni dámdi tøl og ræddist ikki konfrontatiónir.
- Eg minnist til dømis eina ósemju, sum vit á Landssjúkrahúsinum høvdu við gjaldstovuna um toll á hygieinubindum. Teir vildu hava tey tollað sum toyvøru, men tað fann eg meg ikki í. Og eg vann tað sakina.
Stutt áðrenn Mamy kom til Klaksvíkar, var hon send norð við Reyða Krossi við einum neyðagregati. Læknastríðið var upp á tað harðasta, og fult av fólki var á keiini, tá báturin legði at.
- Tey vildu ikki hava kassan í land. Tey ákærdu meg fyri at vilja smugla lækna norð. Onkur rópti, at hol var í kassanum, so læknin kundi anda. Tað endaði við, at eg sjálv slapp í land, tí eg var klaksvíkingur. Men hvørki kassin ella danska sjúkrasystirin, sum var við, sloppu í land.
Mamy Rasmussen tosar um tey fyrstu árini á sjúkrahúsinum sum ta góðu tíðina. Tá læknastríðið var av, valdaði friður og tøgn. Mamy sigur, at henda tíðin var merkt av trivnaði og góðum samstarvi. Seinni kom tað veruliga stríðið, og sum Mamy minnist aftur á tey seinnu árini, skilur hon ikki, at hon orkaði.
- Tey síðstu árini vóru ræðulig. Tá eg misti mannin í 1982, høvdu læknar og politikarar langt síðani lagt meg á ís. Tá orkaði eg ikki meira, men álíkavæl ynskti eg ikki at fara frá. Í dag dugi eg tó væl at síggja, at avgerðin at seta Hera Ellingsgaard var tann rætta. Og hann hevur eisini roynst sjúkrahúsinum sera góður, sigur 80 ára gamla Mamy Rasmussen at enda.