Eg skal verða rithøvundur og einki annað

Kolumbiski rithøvundin Gabriel García Márques sigur søguna um fyrsta partin av lívi sínum

- Hvat skal eg siga við pápa tín?
Tað er afturvendandi spurningurin, sum Gabriel García Márquez fær frá mammu síni, tá ið tey bæði fara til heimbygdina, har tey ikki longur búgva, fyri at selja gamla barndómsheimið.
Márquez hevur ikki sæð mammu sína í longri tíð, og hon kemur at leita eftir honum fyri at fáa hann at hjálpa sær við søluni av húsunum. Veruligu ørindini tykjast tó verða at tosa Marquez til rættis, eftir at hann er givin við hægri lesnaðinum fyri at brúka tíð og orku upp á at skriva.
Tað dámar pápanum einki, tí hann vil hava sonin at fáa sær útbúgving, og síðani velja sína lívsleið, sum honum líkar. Og mamman átekur sær uppgávuna at fara at tosa við sonin.
Nú um daganar doyði kolumbiski rithøvundin Gabriel García Márques 87 ára gamal. Hann er ein av bestu og best umtóktu latínamerikansku rithøvundunum og fekk í 1982 Nobel bókmentaheiðurslønina. Hann er ein av undangongufólkunum og bestu umboðunum fyri skrivingarháttin, sum verður róptur magisk realisma.
Í bókini Living To Tell The Tale (Vivir Para Contarla) greiðir Gabriel Garciá Márques frá fyrsta partinum av lívi sínum, og tað ger hann við sínum vanliga fangandi og hugtakandi skrivingarlagi. Hann sigur smáar søgur um seg og familjuna, hann setur lívið á bygd í Kolumbia inn í størri perspektiv, og hann greiðir frá, hvussu hann bleiv rithøvundur.
- Sig við hann, at tað einasta, sum eg ætli mær at verða í lívinum, er rihøvundur, og tað er tað, eg fari at verða, svarar Marquez umsíðir mammu síni, eftir at hann hevur roynt mýkja støðuna við meira varligum svarum.
Og rithøvundur bleiv hann – ein av teim bestu í okkara tíð.
Living To Tell The Tale er ein fantastisk ferð ígjøgnum lívið hjá Gabriel Garciá Márquez og ein uppløgd bók at lesa, nú Marquez hevur lagt pennin.