Tað er ómetaliga gott at Løgtingið nú játtar pengar á fíggjarlógini til eina fótbóltshøll. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi. Nú Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár, eru eisini fimm milliónir settar av til at fara undir einafótbóltshøll í Føroyum. Løgtingið letur eisini fimm milliónir til stórhøllina í Havn og Fólkatingið hevur játtað at lata 30 milliónir.
Tað hevur Páll á Reynatúgvu sjálvur lagt uppskot fyri Løgtingið um, so tað tekur hann fult undir við.
Seinastu tíðina hava tvær ítøkiligar ætlanir verið frammi um at byggja stórar hallir til hondbóltsdystir, flogbóltsdystir, og annan ítrótt, umfram til ráðstevnur og onnur endamál.
Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, vísti Páll á Reynatúgvu á, at honum dámar serliga væl høllina, ætlanin var at gera á Strondum, tí hon gekk øllum ítróttarligum krøvum á møti. Tað merkir ikki, at hann hevur nakað ímóti stórhøllini, ætlanin er at byggja í Havn, men hann vónar eisini, at hon lýkur øll krøv.
Hann heldur, at verður farið undir eina høll, er tað avgerandi, at hon lýkur øll ítróttarlig krøv fyri at sleppa undan at noyðast at søkja um undantaksloyvi - men honum dámar ikki, at tey hava fingið fígging á donsku fíggjarlógini til høllina í Havn – tað sigur seg sjálvt, legði hann afturat. Síðani Fólkatingið játtaði stuðul til høllina í Havn, hava strandingar slept síni ætlan.
Men Páll á Reynatúgvu heldur, at tað er rættiliga avgerandi, at vit eisini seta okkum sum mál at fáa eina fótbóltshøll í Føroyum, tí menningin er illa darvað at veðri og vindi ein stóran part av árinum.
Hann heldur ikki, at tað er so øgiliga avgerandi, hvar í landinum, ein slíkt fótbóltshøll verður bygt, tí nú er ferðasambandið so gott.
– Men skuldi tað verið, at onkur hevur hug at leggja hana í Sandoynni, skal eg fegin sjálvur lata grundstykki til hana – og tað eru tit vælkomin at skriva tykkum niður, legði hann afturat.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, ivast í, hvussu rætt tað er at játta pengar til ítróttarhallir, samstundis sum at spariknívurin verður settur á grundleggjandi vælferðartænastur, sum heilsuverk og almannaverk, tí tey hava ikki fingið tað, tey høvdu ætlað, og at tað verður neyðugt at skerja tænasturnar.