– Eg siti í øllum førum ikki í tveimum sessum

Hvat framtíðin hevur at bjóða, er ikki lætt at meta um. Eg skal so í øllum førum ikki sita í tveimum fólkavaldum størvum, sum fastur limur samstundis.

 

Tað sigur Hilbert Elisson í sambandi við, at in.fo í gjár skrivaði, at hann møguliga fær fastan tingsess eftir kommunuvalið 8. november.

 

Heðin Mortensen hevur boðað frá, at hann leggur løgtingssessin frá sær, um hann verður borgarstjóri aftur eftir kommunuvalið. Tað merkir, at næsti maður á listanum hjá Javnaðarflokknum, sum er Hilbert Elisson í Vestmanna, fær fast sæti sum tingmaður.

 

Hilbert Elisson situr eisini í bygdarráðnum í Vestmanna – og hann stillar uppaftur, hesaferð á borgaralistanum. Men hann tekur ikki bæði størvini á seg.

 

– Tað skal eingin ivast í. Í løtuni havi eg vanligt sæti í Vestmanna Bygdarráð, og eri varalimur í Løgtinginum fyri Javnaðarflokkin. Eg havi fyrr boðað frá, at eg eri ímóti at hava fasta umboðan í tveimum fólkavaldum størvum. Uppstendur tann støðan fyri meg eftir 1. januar 2017, velji eg annan sessin frá, sigur Hilbert Elisson.

 

Skuldi Hilbert Elisson valt løgtingssessin frá, so verður tað nummar 15 á listanum hjá Javnaðarflokkinum, Bjørg Dam, sum fær fast sæti á Løgtingi fyri Heðin Mortensen, og Sonni Sameulsen sum verður fyrsti varamaður.