Tað var Rosmunda Joensen úr Fuglafirði, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur.
Rosmunda Joensen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 500.000 krónum - ella hálvari miljón - í hvørjum leypi.
Men, Rosmunda Joensen snaraði bara hjólinum ta einu ferðina. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 100.000 krónur.
- Eg sigi bara takk, vóru orðini hjá kvinnuni úr Fuglafirði, sum eisini nýtti høvi at takka gekka-vertinum fyri góða vinningin í Gekka-spælinum í kvøld.