Eftir fiskivinnukjakið í gjár hómi eg ein ávísan vilja frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at flyta seg. Um hetta er røtt eygleiðing ella ikki, fer tíðin at vísa, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri.
- Kann Nýtt Sjálvstýri verða við til at avmarka víttfevnda arbeiðssetningin í samgonguskjalinum og avmarka uppboðssøluna, so vilja vit tað.
- Okkara útgangsstøði hevur verið, at vit ikki skulu hava nakra uppboðssølu, men við teimum samanrenningum av politiskum flokkum, sum í dag sita á Løgtingi, so verður ongantíð meiriluti fyri ongari uppboðssølu.
Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri slær eisini fast, at hann fer ikki í samráðingar uttan treytir.
- Skal ein avtala gerast, so skal hon vera breið, og tískil skulu í minsta lagi 2/3 av Løgtinginum standa saman um avtaluna. Harafturat má landsstýrismaðurin sláa seg til tols við, at bert ein lítil partur skal um uppboðssøluna, sigur Jógvan Skorheim at enda.
- Eg vil seta hurðina á glopp, men tað er upp til landsstýrismannin, um hann tekur av og er hugaður at fáa eina ordiliga breiða semju um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samfelag nú og í komandi tíðum.