Vestmanna: Longu tá Signhild var borin í heim fyri 41 árum síðani, var hon stór. Føðitøl hennara vóru: Vektin 9 pund. Longdin 52 sentimetrar.
- Mær hevur altíð dámað væl at etið, og tí havi eg altíð vigað í meira lagi. Eg íðkaði eitt sindur av ítrótti sum ung, men satt at siga var eg ikki nakar serligur hondbóltsspælari, greiðir Signhild brosandi frá.
– Eg tímdi bara ikki at spæla hondbólt, hóast Vestmanna er kend sum ein hondbóltsbygd.
Hóast hon altíð hevur verið stór, so minnist hon einki til nakra serliga happing av javnaldrum sínum, kanska tí at vektin var rættiliga væl deild kring allan kroppin.
- Og eg havi tíbetur hvørki havt komplikasjónir, ella kent til nakrar sjúkur orsakað av tí, at eg altso vigaði 53 kilo meiri á heysti 2010, enn hvat eg geri í dag.
Alt broyttist ein heilt vanligan dag á heysti 2010, tá hon tók eina stóra avgerð – eina avgerð, hvørs avleiðing fólk ikki varnaðust beinanvegin. Men so líðandi løgdu maðurin, børnini og hini merki til, at hon, sum áður vigaði nógv og var kraftiga bygd, var farin at minka.
- Eg havi ongantíð havt tað betri enn í dag, slær Signhild fast, nú umboð fyri Sosialin hittir hana á máli.
Ein fyri tveir
Mikudagin 10. november í 2010 var sum allir aðrir mikudagar. Men í einum heimi á Gerðisvegi 52 var hetta fyrsti dagurin í einum nýggjum lívi.
- Eg valdi at byrja ein heilt vanligan mikudag. Eg veit um onnur, sum hava roynt at fara í holt við ein slankikur mánamorgun, men longu sama seinnapart er hann farin.
- Avgerðin var tikin: Nú skalt tú halda fast við avgerðina um at minka inntøkuna av mati. Einki við at fara á henda ella handa kurin. Tú skalt bara eta helvtina minni enn tú gjørdi frammanundan, greiðir Signhild íðin frá. Hon valdi tó ikki, at siga tað fyri nøkrum beinanvegin.
Sum sagt, so gjørt. Hon byrjaði beinanvegin við at skera niður uppá nøgdina av matinum: Ístaðin fyri tvær breyðflísar, át hon bert eina. Ístaðin fyri tveir tallerkar av døgurða, át hon bert tann eina. Ístaðin fyri kaku, át hon heldur frukt – og so framvegis. Alt sum hon át, varð í roynd og veru skorið niður við 50 prosentum.
- Eg avgjørdi beinanvegin, at eg ætlaði mær at eta tað sama sum áður, bert í minni nøgdum. Nei, tað var einki við at stressa seg upp um matin, men bara liva sum ein vanligur føroyingur, - tað við siga, eitt lív sum eg sjálv kann liva við.
At byrja við sást ikki so nógv til vekttapið, men eftir nøkrum døgum byrjaði familjan eisini at síggja mun.
- Ja, tú kanst ætla at tað føldist væl, tá maðurin ein dagin segði við meg, at hann helt at eg var afturfarin. Tað var ótrúliga stórt at uppliva, at onnur nú eisini sóu tað sama sum vektin segði.
- Tja, eg veit ikki. Sonurin helt tó ein dagin fyri, at væl var eg vorðin minni. Men hann helt eisini, at eg var vorðin lægri!
- Tók ikki uppá
Signhild gjørdi sær beinanvegin greitt, at hon ikki ætlaði sær á vektina hvønn dag fyri at kanna vektina.
Hon valdi sær ein dag um vikuna til hetta – sunnudag – men er nú á vektini eina ferð um mánaðin.
- Summi fara á vektina hvønn einasta dag, meðan tey eru á kur, men tað vildi eg ikki. Vektin kann broytast frá einum degi til annan, og tað er ikki vist at kilo’ini fara av hvønn einasta dag.
- Og tað var tað sama hjá mær. Eg misti tó kilo hvørja viku – onkra viku 1 kilo, onkra viku 2 kilo og onkra viku bert 800 gramm. Tað góða var, at eg ongantíð tók uppá. Tað fór altíð eitt sindur av, greiðir hon brosandi frá.
Tá hon so gjørdi støðuna upp beint undan jólum 2010, kundu hon og familjan fegin staðfesta, at konan og mamman hevði mist 10 kilo eftir bert 40 døgum.
XL ella XS
- Tá ein soleiðis minkar so nógv í vekt, gongur tað sjálvandi eisini útyvir garderobuna. Tað gjørdi tað eisini í heiminum hjá Signhild.
- Ja, eg havi faktiskt koyrt øll tey gomlu klæðini burtur. Tey eru øll endaði í endurnýtsluni hjá Bláa Krossi í Havn.
- Kanska er ein einstakur jakki eftir onkustaðni í húsinum, haldi eg. Men her er ikki eitt gamalt plagg eftir, sigur hon brosandi.
- Og tú kanst eisini líka stóla uppá, at eg ætli mær ongantíð aftur í sooo stór klæði, sigur viljasterka kvinnan úr Vestmanna.
EIN tallerk
Frá fyrsta degi hevði Signhild sett sær fyri, at hon skuldi gera allan vanligan mat til restina av familjuna. Tey skuldu í øllum førum ikki líða undir avgerð hennara.
Hon veit um heim, har ein gera eina matskrá til tann sum er uppá kur og eina aðra matskrá til hini. Undir slíkum umstøðum varir kururin bert stutta tíð, tí tað er so tíðarkrevjandi.
Matskráin heima á Gerðisvegi 52 er tí í mangar mátar meinlík teirri í mongum øðrum heimum: Høsnarungi, oksakjøt, knettir, frikadellur, ræstur fiskur við garnatálg og annað slíkt, ið familjuni dámdi til døgurða.
Tað var bert ein rættiliga stórur munur: Meðan Signhild áður kundi fylla sær upp á tallerkin aftur, so gjørdi hon ikki tað longur. Áður var ikki nóg mikið við einum tallerki. Nú var ein einstakur talerkur nóg mikið til at taka ta ringastu svongdina.
Døgurðin hesa vikuna
Heilt frá barnaárum hevur Signhild dámt væl at eta. Men hesin hugurin røkkur nú einans til at eta so mikið, at hon ikki kennir svongd longur.
Henni dámar allan mat, og roynir tí eisini at borðreiða so fjølbroyttan døgurðamat fyri familjuni sum tilber.
Í farnu viku sá matarskrá hennara soleiðis út:
Mánadag: Ræstur fiskur við garnatálg og spiki.
Týsdag: Grýturættur
Mikudag: Høsnarungi
Hósdag: Turrur fiskur
Fríggjadag: Feska súpan
Leygardag: Knettir
Sunnudag: Oksasteik
Nátturðin er ein vanligur nátturði við ymiskum viðskera. Sum vera man er nógvur soltin viðskeri eisini, so sum ostur, skinka, tun og slíkt sum Signhild dámar væl.
- Eg havi eisini púra lagt av at koyra margarin uppá breyðið. Tað smakkar líka so væl uttan, slær hon fast.