Viljormur Davidsen, sum spældi á vinstra bakki hjá føroyska bóltslandsliðnum í kvøld, var sannførdur um, at Føroyar fingu bóltin í kassan í yvirtíðini í móti Kasakstan.
- Eg fylgdi væl við og helt meg næstan síggja, at bólturin fór í málið. Eg var klárur at jubla, sigur Viljormur Davidsen, sum saman við liðfeløgunum mátti taka til takkar við einum javnleiki.
Hann sigur, at tað er við blandaðum kenslum, at teir fóru av vøllinum, men hann fegnast um, at fyrsta stigið í undankappingini er komið í hús.