Eg rými ikki úr Tjóðveldi

Tað hevur gingið sum rótasúpan, at ein av størstu profilunum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, hevur vent Tjóðveldi bakið

- Eg eri ikki rýmdur úr Tjóðveldi og eg fari heldur ongan veg!

 

Tað staðfestir ein av profilunum hjá flokkinum í Norðoyggjum, Steinbjørn O. Jacobsen.

 

Hann er fyrrverandi býráðsformaður, og núverandi býráðslimur í Klaksvík fyri Tjóðveldi.

Men seinnapartin í dag fór annars at ganga sum rótasúpan, at hann er rýmdur úr Tjóðveldi.

 

Tað skal vera hent í kjalarvørrinum á, at Tjóðveldi beinleiðis hevur sett í stevnumiðini, at hann tekur undir við persónligum frælsi á øllum økjum, eisini tá ið tað kemur til rættin hjá tveimum av tveimum kynum at ganga saman í hjúnalag.

 

Men her er bara talan um borgarliga vígslu, tí tað tað skal framvegis standa kirkjum og samkomum frítt at gera av um tey vilja víga samkynd.

 

Men Tjóðveldi hevur samstundis samtykt, at verða uppskot um etisk mál av hesum slagi løgd fyri løgtingið skal tað standa hvørjum tingfólki frítt til at atkvøða í eftir síni egnu sannføring.

 

Flokkurin sigur, at hetta er tí at tey ásanna, at etisk mál eru ógvuliga viðkvom. Men hetta.

 

Steinbjørn B Jacobsen avsannar staðiliga leysasøgurnar í dag um, at hetta skal hava fingið hann at venda Tjóðveldi baki.

 

- Tað er ikki rætt, staðfestir hann og undrast á, at tey, sum bera hesi tíðindi, hava ikki so frægt, sum hava tosað við hann.

 

Alt stavar frá eini viðmerking, hann hevði á Facebook.

- Men tað er vent og snarað og yvirtulkað í ein slíkan mun, at tað er einki høpi í tí, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

 

Hann sigur, at fyri hann var tað avgerandi, at flokkurin eisini hevur samtykt, at hvør tingmaður kann kunna atkvøða eftir síni egnu sannføring í slíkum málum.

 

- Tann orðingin í stevnumiðjunum ger, at eg havi ongan trupulleika yvirhøvur at verða verandi í flokkinum.

 

Men var tann orðingin ikki við, hevði eg havt ein trupuleika, ásannar hann.

- So hevði eg ikki kunnað verið í flokkinum, tí samkynt hjúnalag stríður grundleggjandi ímóti míni sannføring, sigur hann.

 

Kortini heldur hann, at Unga Tjóðveldi hevur verið í so framligt í síni tulking av málinum.

- Unga Tjóðveldi hevur fagnað nýggju stevnuskránni, men nevndi ikki, at hvør tingmaður kann atkvøða eftir síni egnu sannføring, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

 

Tí krevur hann, at Unga Tjóðveldi rættar sína fráboðan um broytingarnar í stevnuskránni.

 

- Vil Unga Tjóðveldi, hava tey ein trupulleika og so krevji eg, at formaður floksins, Høgni Hoydal, trakkar í karakter og fær tey at rætta misvísandi orðingina.

 

- Vil hann ikki tað, hevur hann ein trupulleika. Men eg havi framhaldandi ongan trupulleika við at umboða Tjóðveldi, leggur hann afturat.