Eg royna at fáa eitt betri lív

55 ára gamla Heather Locklear, sum er kend úr ymiskum amerikanskum sjónvarpsrøðum, hevur seinastu árini stríðst við persónligar trupulleikar. Hon skal hava misnýtt heilivág, hon var tikin av løgregluni fyri at koyra ávirkað, og hon hevur verið innløgd á sálarsjúkrahús.

Seinastu tíðina hevur verið sera friðarligt um Heather Locklear, og róð hevur verið fram undir, at hon er endað aftur á sjúkrahúsi. Men soleiðis er ikki.

Heather Locklear sigur við Entertainment Tonight, at hon roynir at savna nakrar leysar endar í sínum lívi, so hon kann seta fulla ferð á í 2017.

- Eg royni at fáa eitt betri lív, sigur hon við Entertainment Tonight.

Heather Locklear er kend úr sjónvarpsrøðum sum Melrose Place, TJ Hooker og Dollars.