- Gasstangaskipið liggur alt ov nær landi. Hatta gongur bara í Nólsoyarfirði… Hatta líkist ongum. Skipið skuldi ligið langt uttan fyri mark...
Soleiðis taka nólsoyingar til á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - nú risastórt gasstangaskip í longri tíð hevur ligið sum eitt fjall út fyri bygdini í Nólsoy.
Ein lesari á síðuni tekur soleiðis til:
- Møguliga er hetta ógrundaður ótti, men eg ræðist hatta skipid - óljóðið, útlátið og risastóru gasstangarnar, sum skapa ótryggleika í mær. Um gass-vandi er, veit eg einki um, men tá skipið liggur so nær landi, umgongst ikki, at ótti er til steðar.
Ein annar lesari heldur fyri, at myndugleikarnir og skipari helst vita, hvat teir gera, tá teir hava lagt gasstangaskipið fyri teym í Nólsoyarfirði.
- Nei, eg haldi ikki, at skipið órógvar mín náttarsvøvn. Hetta er kanska ikki tann vakrasta sjónin, og eg skilji væl, um summi eru eitt sindur irriteraði.
Lesarin heldur tó, at fólk eiga at minnast til, at eitt og hvørt skip, sum kemur til landið, leggur ikki so lítið eftir seg av pengum, og tað heldur lesarin telur mest.
- Hví kunnu teir ikki liggja longur suðuri. Eg haldi, at tað er óunniligt, at gasstangaskipið liggur so nær, verður lagt aftrat á facebook-síðuni - Nólsoy Nú og Tá.