TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við kenda B36 fjepparan, Boga Simonsen á Rás2 ígjár. Samrøðan var gjørd aftaná B36 vann 4-1 á ÍF á ovara vølli í Gundadali.
Bogi Simonsen er púra ósamdur við høvuðsvenjaranum hjá ÍF, Jógvan Martin Olsen, sum heldur talan verða um ein nógv javnari dyst, enn tølini siga. Her er Bogi Simonsen rúkandi ósamdur, og heldur avgjørt, at hann og Jógvan Martin Olsen hava ikki verið til sama dyst.
Bogi Simonsen er fegin um góðu byrjanina, og hann heldur, at nýggju mennirnir, Jógvan Skeel Nolsøe, Høgni Madsen og Sebastian Pingel stóðu seg væl. Nú gleðir hann seg til Høgni Eysturoy og Oddmar Færø koma á liðið aftur.









