Hvat fekk teg at fara upp í politikk?
Eg helt, at tey gomlu og tey, sum ikki kunnu tosa fyri seg sjálvan, høvdu tað ikki nóg gott
Hvørji eru tíni hjartamál?
Tey gomlu. Børn við serligum tørvi. Fólk við breki. Tey heimleysu. Í heila tikið tey, sum ikki klára at tosa sína egnu søk. Í míni verð eru ØLL líka nógv verd. Sum politikarar eiga vit at arbeiða fyri at tað verður »liviligt« fyri ØLL fólk í Føroyum
Hvussu nógv fyllir drápsmálið í Runavík?
Av tí eg ikki kenni persónarnar, sum eru involveraðir, er tað ikki í tonkunum allatíðina. Men tað er chokerandi tað má eg siga
Upplýsir løgreglan nóg mikið í málinum?
Ímeðan kanningararbeiðið fer fram, kunnu tey nokk ikki siga tað stóra
Dámar tær at gera mat?
Ja, mær dámar væl at gera mat :)
Hvat er tín lívrættur?
Ja, tað er ikki tann stóri kunsturin at gera, tí tað er ræstur fiskur
Hevur tú húsdjór?
Ja hund, kettu og dvørghamstrara. ( Eg elski djór)
Hvussu heldur tú teg í form?
Gangi langar túrar við hundinum Freju. Vit báðar tosa sera væl saman :)
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ikki nógv, men fari onkran túr til Sands, tá veðrið er gott, eg haldi at har er pragtfult
Ert tú til náttúruupplivingar ella slikka sól á Strondini?
Absolut til náttúruupplivingar. Men mær dámar eisini væl at sita uttanfyri og lesa, hjá mær sjálvari, tá veðrið er gott
Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?
Friðurin, alt koyrir ikki so skjótt, sum í teim stóru londunum
Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
Tá eri eg rættiliga gomul, men hvør veit ?