– Eg noyðist í rættin við miðlunum

Jørgen Niclasen leggur navngivnar miðlar undir útspillingarherferð og dregur teir í rættin, samstundis sum hann tvíheldur um sín landsstýrissess. Hoyr samrøðu her

 

Jørgen Niclasen leggur navngivnar miðlar undir útspillingarherferð og dregur teir í rættin, samstundis sum hann tvíheldur um sín landsstýrissess.

 

 

– Ávís tíðindafólk í Kringvarpinum og ein, sum hevur verið á Portalinum, hava síðani 19. desember í fjør áhaldandi koyrt eina útspillingarherferð móti mær. Skuldsetingar hava verið settar fram móti betri vitandi, og eg hevði ikki trúð, at fjølmiðlar kundu hóreiggja sær soleiðis.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, sum dregur nevndur miðlar í rættin fyri ærumeiðing, útspilling og bakbit.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, kærdi fyrst tíðindaflutningin til Fjølmiðlanevndina. Men sambært kringvarpslógini er Kringvarpið sjálvt fyrsti kærumøguleiki, áðrenn málið kann kærast víðari til Fjølmiðlanevndina.

 

– Kringvarpið kom so við einum drúgvum svarskrivi, ið bleiv brúkt sum manuskript til eina dokumentarsending, har tey sjálvandi bara lýstu sína søgu. Tað er jú ein herferð og ódámligt, sigur Jørgen Niclasen.

 

Sambært Jørgeni Niclasen vísir hetta málið, at Fjølmiðlanevndin virkar ikki nóg væl.

 

– Eg má bara siga, at Kringvarpið hevur onga virðing fyri Fjølmiðlanevndini. Nú er eitt hálvt ár gingið, áðrenn skuldsetingarnar vórðu settar fram móti mær. Slík mál fyrna, og tí noyðist eg nú at fara víðari. Eg má bara ásanna, at her er einki at gera. Eg má fara í rættin, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hóast tollmálið nú endar í rættinum, so heldur Jørgen Niclasen fast um sín landsstýrissess.

 

– Eg havi fingið fullan stuðul í Fólkaflokkinum fyri at halda fram sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur Jørgen Niclasen og vísir til innanhýsis fundin í flokkinum í gjárkvøldi.

 

Eftir innanhýsis fund í Sambandsflokkinum mánadagin gav løgmaður Fólkaflokkinum freist á 14 dagar til at finna eina loysn á tollmálinum.

 

– Tað er eitt misljóð millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, og løgmaður hevur tikið ta skilagóðu avgerð at brúka næstu vikurnar til at fáa tað misljóðið burtur og síðani koma víðari. Og tað trúgvi eg eisini, at vit gera, sigur Jørgen Niclasen.

 

Við in.fo í morgun segði samgongutinglimurin Helgi Abrahamsen, at eitt sakarmál fær greiði á teimum løgfrøðiligu viðurskiftunum. Men trupulleikin í samgonguni er ikki løgfrøðiligur.

 

– Trupulleikin er politiskur, og tann trupulleikin verður ikki loystur við einum sakarmáli, segði Helgi Abrahamsen.

 

Jørgen Niclasen vísir hesi útlegging frá sær:

 

– Í atkvøðugreiðsluni um misálit royndi Helgi Abrahamsen at koyra meg út, men hann tapti atkvøðugreiðsluna og koyrdi harvið seg sjálvan út. Tað verður vanliga rópt at vera illoyalt. So tað verður neyvan hann sum ger av, hvat endaliga úrslitið verður, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hoyr eina longri samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.