­ Eg nokti at sigla við smuglaragóðsi

Peter O. K. Olofsson sammetir kirkjuna við eitt reiðaríð, har bispur er reiðari, og hann sjálvur er ein av skiparunum, ið ikki kann góðtaka, at reiðarin noyðir hann at sigla við smuglaragóðsi. Tískil sigur hann seg úr starvi 1. juni, um skil ikki fæst á viðurskiftunum

­ Eg kann als ikki taka ábyrgd fyri tí, ið bispur letur koma inn í kirkjuna. Bispur stríðir beinleiðis móti bíbliuni í fleiri førum. Ein kann sammeta hann við ein reiðara, ið krevur, at ávísur skipari skal sigla við smuglaragóðsi. Hetta kann eg als ikki góðtaka, og tí sigi eg meg úr starvi 1. juni, um ikki skil fæst á viðurskiftunum, sigur Peter O. K. Olofsson, sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.


Ber seg at sum løgfrøðingur

Peter O. K. Olofsson sigur, at uppgáva bisps eigur at vera tann, at hann er prestur prestanna og allatíðina arbeiðir fyri at skapa góð kor fyri prestarnar. Harafturat eigur hann at hava eftirlit við, at tað, ið prestarnir gera, verður gjørt sambært bíbilsku læruni.

Men Olofsson heldur ikki, at bispur virkar sum prestur prestanna. Heldur heldur hann, at bispi dámar væl at spæla løgfrøðing, og at løgfrøðin hjá bispi stríðir beinleiðis móti bíbliuni.

­ Eg haldi, at løgfrøðin hjá bispi ofta og tíðugt troðkar bíbilska innihaldið burtur. Hetta er heilt burturvið, og haldi eg, at bispur heldur átti at lagt seg eftir at røkt starv sítt sum bispur enn at leikt løgfrøðing.


Vil ikki hava sersødir

­ Í skrivingini, ið hevur verið í seinastuni, hevur tað sæð út sum, at eg krevji sersømdir ella óavmarkað vald. Tað geri eg als ikki. Tað er í lagi, at aðrir prestar prædika í kirkjunum eftir ynski frá kirkjufólki, men so skal hetta vera tá ið kirkjan annars stendur tóm, og ikki tá hon skal nýtast til vanligar guðstænastur, sigur Peter O. K. Olofsson.

Sóknarpresturin í Fuglafjarðar prestagjaldi sigur, at tað aldri fyrr í søguni er hent, at nakar bispur hevur troðkað ein prest burtur, fyri at annar skal sleppa framat prædikustólinum. Men tað er vanligt, at onnur sleppa framat uttanfyri vanligar guðstænastutíðir, og tað hevði hann góðtikið, um nakar ynskti tað.

­ Bispur eigur at virða, at eg eri valdur at røkja mítt arbeiði fyri mína meinigheit í friði. Um bispur blandar seg uppí, so virðir hann ikki meinigheitina, ið hevur valt meg sum hirða. Tað sær út sum, at bispur heldur seg vera leiðara fyri eina stórfyritøku, har hann hevur fullan avgerðarrætt, í staðin fyri at vera bispur í einari fólkakirkju við fleiri einkultum meinigheitum.


Sigur upp

Peter O. K. Olofsson, sóknarprestur, sigur, at hann fer at siga seg úr starvi, um bispur heldur fram at stíða móti luthersk- evangelisku læruni. Hann kann ikki góðtaka, at innihaldið í kirkjuni beinleiðis stríðir móti bíbliuni. Tað kann hann sum sálarhirði als ikki góðtaka, og tí sigur hann seg úr starvi 1. juni, um ikki skil fæst á kirkjuligu viðurskiftunum.

Sóknarpresturin heldur eisini, at tað er undarligt, at bispur kemur fram í Dimmalætting við einum brævi, ið Olofsson og aðrir prestar sjávir hava skrivað, men sum bispur hevur lagt annað innihald í, enn veruliga stendur í brævinum.