– Eg misti pippið, tá flatskatturin varð samtyktur og fekk ongantíð hugin aftur. Eg vildi ikki stilla upp og so slett ikki inn aftur í tingið, sigur fyrrverandi løgtingskvinnan, Jóna Mortensen, sum einans fekk 27 atkvøður til seinasta løgtingsval.
Í samrøðu við Sosialin sigur Jóna Mortensen, at hon fór til val upp á at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum. Hon ynskti at bøta um korini hjá teimum lægst løntu, hjá pensjónistum, hjá orðblindum, sálarsjúkum og so framvegis. Men eitt tað fyrsta málið, hon skuldi atkvøða í gjøgnum var tann víðagitni flatskatturin. Skattalættin, sum mest av øllum var ein skattalætti til tey ríkastu.
– Tað smakkaði mær so illa. Eg var samd í, at skatturin hjá teimum, sum tjena mest, var ov høgur. Men signalið í at geva teimum ein stóra skattalætta, meðan tey veikastu einki fingu, var ótrúliga keðiligt, sigur Jóna Mortensen í samrøðuni við Sosialin.
– Eg visti ikki so nógv um, hvussu tingini gingu fyri seg, og tá eg ikki kom á ting, fyrr enn eftir samgonguskjalið varð undirskrivað, so merkti tað eisini, at eg onga ávirkan hevði á innihaldið, sigur Jóna Mortensen, sum nú er ovurfegin at sleppa undan at sita í løgtinginum, sum sambært henni er Føroya Løgting tað mest negativa arbeiðsplássið í landinum.
– Har er muran ring, fólk eru sjálvsøkin og eingin vil geva øðrum eitt herðaklapp fyri sítt stríð, sigur Jóna Mortensen í bersøgnari samrøðu við Sosilin.
Sosialurin fæst í leysasølu og á í talgildum formi á sos.fo