Eg missi ikki svøvnin av hesum

Umstrídda ætlanin um at geva løgregluni heimild at loynilurta eftir fólki, fær ikki løgfrøðingin og verjan, Jógvan Elias Winther Poulsen, at stúra

 

- Eg missi ikki svøvnin av hesum.

 

Tað staðfesti løgfrøðingurin og verjin, Jógvan Elias Winther Poulsen á fundi hjá Huxa í gjárkvøldið um umstríddu ætlanina hjá landsstýrinum at geva løgregluni møguleikar at loynilurta eftir fólki.

 

Hann staðfesti, at í veruleikanum snýr hetta seg ikki um at geva løgregluni so nógv víðari heimildir at loynilurta eftir fólki, enn løgreglan longu hevur í dag.

 

- Eg haldi, at hetta er rættiliga ódramatiskt, tí løgreglan hevur longu nógvar heimildir á hesum øki. Tað, hetta snýr seg um, er bara at skipa hesar heimildirnar betur.

 

- Løgreglan hevur longu heimild at lata brøv upp og løgreglan hevur longu heimild at loynilurta eftir telefonum og heimild til at loynilurta eftir samrøðum í húsum.

 

- Løgreglan hevur eisini heimild at fáa innlit í sms-samskifti hjá fólki og, hvør hevur ringt til hvønn.

 

Hinvegin heldur hann, at tað er so ein heilt annar spurningur um løgreglan yvirhøvur skal hava hesar heimildirnar.

 

- Sjálvur haldi eg, at tá ið vit hava tikið avgerð um, at ávís viðurskifti eru ólóglig, og at vit skulu hava eina løgreglu, hevði tað verið meiningsleyst at nokta løgregluni amboð at arbeitt við.

 

Jógvan Elias Winther Poulsen stðafestir kortini, at okkurt nýtt er í hesum lógaruppskotunum, sum nú er frammi.

 

- Nú fær løgreglan eisini heimild at at mastrarupplýsingar.  Tað merkir, at løgreglan kann fáa at vita, hvørjari mastur, ein ávís telefon hava verið í samband við.

 

- Og samstundis fær løgreglan heimild til at leggja sneytara-forritt inn í teldur, sum lesur tað, sum fyriferst á telduni.

 

- So í veruleikanum er tað avmarkað, hvørjar nýggjar heimildir, løgreglan fær, staðfestir verjin.

 

Men hann staðfestir samstundis, at hetta kann bara gerast, tá ið talan er um heilt

álvarsom brotsverk og tað kann bara gerast tá ið dómsvaldið hevur givið loyvi til tað.

 

 - Í høvuðsheitum skal talan vera um brotsverk, sum geva minst seks ára fongsulsrevsing, sigur hann.

 

Jógvan Elias Winther Poulsen sigur, at tann, sum løgreglan ætlar at kanna, fær eisini ein verja at umboða seg og at røkja síni áhugamál – tó uttan at vita av tí.

 

- Skal løgreglan loynilurta eftir telefonin, er tað meiningsleyst at upplýsa tann, sum skal kannast, um tað, tí tað er tað sama sum at sabotera kanningina.

 

Samstundis hevur løgreglan bara loyvi at goyma upplýsingar, sum hava beinleiðis týdning fyri málið og allir aðrir upplýsingar skulu slettast.

 

- Rætturin fer heldur ikki at geva løgregluni heimild at loynilurta eftir nøkrum, uttan so, at tað hevur avgerðandi týdning fyri at uppklára brotsverkið.

 

Tað merkir, at løgreglan kann ikki av sínum eintingum gera av, hvørjum tey sneyta eftir, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.

 

Og endar málið í rættinum, hevur tann ákærdi ein verja at tala sína sak.

 

Men tá ið málið er liðugt viðgjørt, skulu tey, sum verða kannað, kunnast um, at løgreglan hevur loynilurtað eftir teimum.

 

Samstundis skulu allir upplýsingar slettast, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.

 

Tí heldur verjin, at samanumtikið, er talan um eina skipan, sum ikki setir rættartrygdina í vanda.