##med2##
Eg má bara viðurkenna, at vit hava tapt. Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og tinglimur fyri Fólkaflokkin. Tað, hann sipar til, er, at Løgtingið hevur samtykt uppskotini um sammøður.
Hann sigur við FM1, at hann serliga er vónbrotin av, at Fólkaflokkurin var við til at tryggja, at uppskotið varð samtykt. Hann sipar til at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum atkvøddi fyri uppskotinum.
Hann sigur, at hetta hevði hann ikki væntað og hann sigur, at slíkan óloyalitet, hevur hann ikki verið úti fyri fyrr. Hann heldur, at hetta er eitt sera álvarsligt mál - og her hugsar hann um okkara børn og okkara abbabørn.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvørjar hugsanir Jógvan á Lakjuni ger sær eftir at uppskotini um sammøður eru samtykt