Eg møtti manni mínum á alnetinum

31 ára gamla Arosiak Hammer er upprunaliga ættað úr Kuwait í Miðeystri. Hon

arbeiðir í cafeteria umborð á Smyrli, er gift við Rúna Hammer og b!r í

Hvalba. Hon hevur bert búð her í tvey ár og nakrar mánaðir, men tosar bæði

gott og skilligt føroyskt.

·            Hvussu bar tað til at tú komst til Hvalbiar?
- Eg og maður mín, Rúni møttust, tá vit chattaðu á alnetinum. Vit hittust
fyrstu ferð í Keypmannahavn, og síðani kom eg til Føroyar á fyrsta sinni í
november 2003.
 
 
·            Hvussu er so at búgva í Føroyum?
- Her er gott at búgva, vøkur náttúra og sera dámlig fólk. Her er eisini
friðarligt og eingi problemir.
 
 
 
·            Hvat er arbeiðið títt umborð á Smyrli?
- Eg arbeiði í cafeteria umborð á Smyrli. Her havi eg verið síðani í
november mánaði í fjør sum avloysari, men eg vóni at fáa fast starv. Smyril
er eitt gott skip og eitt gott arbeiðspláss.
 
·            Hvat fært tú frítíðina at ganga við í Hvalba?
- Eg chatti nógv saman við familju míni í Kuwait, serliga við beiggja mín
og systur mína. Tey umhugsa at koma higar at vitja. Annars venji eg við
vektum og tílíkum og eg súkkli eisini nógv.
 
·            Hvørjum vilt tú heilsa?
- Elskaða manni mínum vil eg fegin heilsa. Hann siglir sum kokkur við trolaranum
Steintór, men er heima beint nú.