Eg má avstað

Eg vil ikki koma út fyri, at eg siti í Glitnir um 10 ár og sigi, at eg burdi verið farin avstað, sigur Atli Gregersen, sum nú fer til Skotlands at spæla fótbólt

Landsliðsmiðverjin í Víkingi, Atli Gregersen, skiftir um mán­aðar­skiftið til skotska felagið Ross County Football Club at spæla. Ross County spælir í næstbestu deild­ini í Skotlandi, og býurin liggur nær­indis Inverness. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
– Hetta er dreymurin, sum ikki vil doyggja. Eg havi spælt eitt sindur í Danmark, men telir ikki ord­ilga sum at spæla uttanlands. Mær dámar sera væl bretsku fót­bóltsmentanina – hon er, sum eg plagi at siga, »gúppa og rópa kríggj«, sig­ur Atli Gregersen.

Altjóða royndir telja
27 ára gamli Atli Gregersen hevur spælt átta landsdystir fyri Føroyar – hann hevur millum annað roynt seg ímóti eitt nú Eysturríki, Serbia og Fraklandi, og hetta vigar nógv hjá skotunum.
Venjarin hjá Ross County Foot­ball Club, Derek Adams, legg­ur stóran dent á týdningin av roynd­unum hjá Atla Gregersen, serliga tí at liðið hjá Ross County sum heild er sera ungt, og at hann tí hevur nakrar góðar royndir við í skjáttuni, sum liðið og ungu leikararnir kunnu fáa ágóða av. Eisini verður dentur lagdur á ta fysiski hjáveruna, sum Atli hevur, tá hann er á vøllinum.

Byrjar 1. juli
Atli Gregersen byrjar í Ross County 1. juli, og hetta komandi árið skal hann so royna seg á høgum stigi í Skot­landi.
– Hetta var ein kjansur, sum eg mátti taka av. Eg vil ikki koma út fyri, at eg siti í Glitnir um 10 ár og sigi, at eg burdi verið farin avstað. Nú fari eg avstað, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Atli Gregersen.
– Tað ræður um at trúgva upp á tað, og er tað nakað, sum eg havi, so er tað trúgv. Hetta verður ein stór av­bjóðing og ein uppliving, og fyri okkum sum familju verður tað eisini gott at kunna verða nógv sam­an, sigur hann.