Hvørji sløg av ítrótti hevur tú íðkað gjøgnum lívið?
Eg gekk til fimleik hjá Havnar Fimleikafelag sum barn. Eg royndi hondbólt í eina tíð, men tað var ikki rættuliga nakað fyri meg. Eftir tað royndi eg ymisk sløg av fimleiki og fitness, men tað var heldur ikki orduliga nakað fyri meg tá.
Tú hevur runnið nógv, og nú styrkivenur tú - hvussu ber tað til, at tað bleiv júst hesi sløg av ítrótti?
Tað eru nú umleið 6 ár, síðani eg byrjaði at renna. Tað byrjaði við gongutúrum, og so við og við fór eg at renna. Aftan á eina tíð hevði eg fingið blóð á tonnina og byrjaði at venja til marathon og rann mítt fyrsta og einasta heila marathon i Firenze. Tá ið eg hevði runnið í eitt ár, byrjaði eg so smátt at venja styrki. Eg helt, at tað var tað, eg hevði brúk fyri, fyri at hava meira orku og styrki til at renna. Ryggur og bein fór at gera um seg, og tí valdi eg at skifta til okkurt, ið ikki var líka belastandi fyri bein og rygg. Eg byrjaði at venja meir og meir styrkjuvenjing, og eftir eina tíð fekk eg arbeiði í Yndi fitness, og aftaná tað fekk eg veruliga blóð á tonnina.
So tær dámar best at venja einsamøll?
Ja, mær dámar best at venja sjálv. Tá fái eg valt tíðina sjálv, og tá eri eg ikki so bundin av øðrum.
Mást tú hava eitt mál við tíni venjing?
Tað er sera týdningarmikið fyri meg, at eg altíð havi eitt mál. Tað er tað, ið fær meg at stríðastfyri tí, eg vil – tað er drívmegin. Gjøgnum alla mina tíð havi eg altíð sett mær mál. Eg havi vant til marathon/hálv-marathon og so sjálvandi eisini FM í fitness. Tað seinasta árið havi eg so eisini havt persónligan venjara, og mítt næsta mál innan ítrott er sjálvandi Fitness Føroyar 2014.










