Jákup á Borg harmast almikið um reyða kortið, sum setti bæði hann og liðfelagarnar í trupla støðu í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyri fimtu ferð í ár, fekk B36 ein mann útvístan, tá Jákup á Borg í 31. minutti sendi ein alboga eftir Atla Gergersen, liðskipara hjá Víkingi.
- Viðvíkjandi kortinum hjá mær, so skulu tit vita, at eg eri sera keddur um støðuna, eg settið felagið í. Vit á Effo-liðnum eru fyrimyndir hjá teimun ungu børnunum kring landið, og tá skal hetta ikki henda. Hattar var reytt kort - eg gav Atla ein alboga, sigur Jákup á Borg við heimasíðuna hjá B36.
Jákup leggur dent á, at hann á ongan hátt vil burturforklára útvísingina, men hann staðfestir samstundis, at hetta var eitt úrslit av provokatión.
- Eg reageraði, sum eg gjørdi, tí Atli er ein persónur, sum eg havi virðing fyri og havi dámt væl, og eg blívi keddur av, at fólk, sum standa mær nær, kunnu finna upp á at broytast so nógv, sigur Jákup víðari við heimasíðuna.
- Sjálvandi veit eg, at nógv skitin tricks verða brúkt, tá menn royna at vinna ein fótbóltsdyst. Men tú mást ikki missa virðingina fyri ítróttini. Fótbólturin er eisini eitt spæl, sum gevur møguleika at knýta nógv vinarbond, og tí eri eg sera vónbrotin av hendingini, sigur Jákup víðari.
- Sjálvt um eg ikki sá nakað av dystinum víðari, eg lurtaði, so eri eg stoltur av innsatsinum av mínum monnum. Við hjálp frá viðhaldsfólkunum stóðu vit saman, tá harðast leikaði á, sigur Jákup á Borg at enda.
Hóast ein mann í undirtal, so vann B36 1-0 við málið, sum Gestur B. Dam skoraði í fyrra hálvleiki. Liðini møtast aftur mánadagin í landskappingini, umframt at tey møstast aftur í seinnu hálvfinaluni.