Eg lati meg ikki provokera

Løgmaður stúrir fyri tí møguleika, at almenna viðmerkingin hjá Karsten Hansen kann vera ein liður í tí »skipaða ágangi«, sum hann sjálvur ávaraði føroya fólk um fyri einari viku síðan. ? Men eg ætli ikki at lata meg provokera, sigur Annfinn Kallsberg, løgmaður

 

Løgmaður er skelkaður av, at Karsten Hansen finst at honum í almennari viðmerking í fjølmiðlunum.

? Eg kenni ikki Karsten aftur í hesum, sigur løgmaður, sum ikki er samdur við fíggjarmálaráðharranum um, at hann skal hava brotið greiðar avtalur, soleiðis sum tað verður sagt í viðmerkingini.

? Hetta er alt sera undarligt fyri mær. Eg trúgvi ikki, at hetta er Kartsen soleiðis, sum eg kenni hann. Har eru nakrar ramsur í viðmerkingini, sum ikki líkjast hansara máta at útrykkja seg uppá. Tað samskifti, sum vit hava havt, hevur altíð verið sera gott, sigur løgmaður.


ósamdir um avtalur

Í viðmerkingini, sum varð prentað í bløðunum í gjár, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, seg harmast um úttalilsini hjá løgmanni um at uppskotið um Búskapargrunn Føroya bara er »hálvliðugt«. Karsten Hansen sigur løgmann ganga beint ímóti greiðum avtalum í hesum máli.

Men Annfinn Kallsberg er av einari heilt aðrari uppfatan enn Karsten Hansen um hvørjar avtalur eru gjørdar í málinum um Búskapargrunn Føroya.

Karsten Hansen sigur í viðmerking síni, at semja var í samgonguni um at senda uppskotið um búskapargrunnin í tingið skjótast gjørligt, meðan arbeitt varð víðari við einari útgjaldsskipan til grunnin. Annfinn Kallsberg sigur hinvegin, at hann allatíðina hevur gjørt greitt, at Fólkaflokkurin ikki vil hava uppskotið um búskapargrunnin fyri tingið, fyrr enn útgjaldsskipanin var klár.


Stúrir fyri endamálinum

Annfinn Kallsberg, løgmaður, sigur seg vera keddan av, at Karsten Hansen er farin út í fjølmiðlarnar við viðmerking har hann leggur løgmann undir at bróta avtalur, og hann stúrir fyri møguleikanum, at talan kann vera um eina ætlaða provokatión.

? Viðmerkingin ber brá av, at her skal okkurt út at hanga úti í almenninginum. Hetta minnir meg um nakað tað sama, sum eg ávaraði ímóti fyri einari viku síðan, sigur løgmaður og sipar her til, at hann í farnu viku í almennari viðmerking ávaraði ímóti tí, sum hann kallaði »skipaðum ágangi« ímóti løgmansins samráðingarvilja.

? Eg havi ávarað føroya fólk um at tað fara at koma provokatiónir frá einum parti av sjálvstýrisvonginum, og tað harmar meg øgiligt, um hetta málið eisini verður brúkt í tí samanhanginum, sum eg havi ávarað ímóti. Men tað ræður um ikki at lata seg provokera av slíkum ágangi. Tað er so nógv man má lata sær lynda, um vil skulu hava nakran møguleika at røkka sjálvstýrisætlanini, sigur løgmaður.


Fer at tosa við Karsten

Løgmaður ætlar í næstum at taka almennu viðmerkingina upp við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra. Hann heldur tað ikki vera annað enn natúrligt, at ósemjur eru í einari samgongu millum tveir so ymsikar flokkar sum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, og at báðir partar tí mugu boyggja seg nú og tá.

? Tað er so nógv man má gera fyri sakina. Eg ætli mær ikki at lata meg provokera fyri harvið at forkoma teimum møguleikum vit hava at vinna so frægt á mál í sjálvstýrismálinum, sum samgongan hevur sett sær fyri. Og tað var júst tað, sum eg ávaraði ímóti í fyri einari viku síðan, nevniliga at tað vóru kreftir í hesum samfelagnum, sum nú fóru at leggja eftir løgmanni við tí endamáli at fáa hann provokeraðan. Men eg ætli ikki at lata meg provokera. Tað havi eg fingið ov harða húð til, sigur Annfinn Kallsberg, løgmaður.


Nógvar viðmerkingar um løgmann

Annfinn Kallsberg hevur verið høvuðsevni í nógvum almennum viðmerkingum hesi trý árini, hann hevur sitið sum løgmaður, og hann er sannførdur um at nógvar av teimum hava eitt samanhangandi endamál.

? Vit hava fingið dokumenterað prógv fyri, at tað er ein skipað strategi aftanfyri nakrar av . Eg skal ikki siga at landsstýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum viðvirka í tí. Men tað er komið alment fram, at tað liggur ein greið strategi um at gera tað, hvat so endamálið er. Eg gjørdist varugur við tað longu í februar mánað, og nu prógvini blivu staðfest helt eg tað vera rætt at ávara fólk um hendan skipaða ágangin, sum hóttir við at forkoma sjálvstýrisarbeiðinum hjá samgonguni, sigur Annfinn Kallsberg, løgmaður.