Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at so longi sum ongin politisk avgerð er tikin um, at Dúgvan ikki skal leggjast, so verður hon løgd fyrst í apríl mánaði.
Arbeitt hevur annars verið við at útvega annað skip til leiðina um Leirvíksfjørð, men tað er sera trupult at finna eitt skip, sum er størri enn Dúgvan, og sum sleppur inn í Leirvík.
? Vit fingu eitt tilboð upp á eitt skip mikudagin, men tað vísti seg tíverri, at tað ikki sleppur inn í Leirvík, so tað fór í vaskið, sigur Kristian, sum undirstrikar at tosið um at selja Dúgvuna og Sam bara er íkomið, um tað fór at eydnast Strandferðsluni at finna eitt annað skip til Leirvíksfjarðarleiðina.
Við at leggja Dúgvuna fer Strandferðslan at spara 1,8 milliónir. Harafturat sigur Kristian Davidsen, at Dúgvan hevur víst seg at vera ein risikofaktor, tá tað kemur til viðlíkahald.
? Vit hava havt stórar viðlíkahaldsútreiðslur av Dúgvuni seinastu trý árini, sigur hann.
Strandferðslustjórin sigur annars, at alt tos um at spara, hevur verið í samstarvi við Vinnumálaráðið, og harvið vísir hann aftur tosinum um, at hann skal hava lagt eftir Leirvíksfjarðarleiðini bevíst.
At enda sigur hann, at hann fær onki gjørt. Sostatt verður Dúgvan løgd, um ikki ein politisk avgerð kemur um tað mótsatta.
? Hon verður helst ikki løgd í komandi viku, men í kanska í aðru viku aftur, sigur Kristian Davidsen at enda.