- Eg kundi grátið, tá eg síggi slíkt sum hetta. Tað hevur tikið nógv ár hjá hesum trøum at veksa.
Soleiðis tók ein tilkomin kvinna til, tá hon seinnapartin í dag sá menn saga øll trøini beint við bussskýlini í Steinatúni í Havn av og fella tey.
Meðan trøini stóðu í besta blóma, vórðu tey seinnapartin í dag sagaði av og feld, tí her skal byggjast ein bussterminalur.
- Trøini skulu burtur, tí her skal byggjast ein bussterminalur, men fyrst skal túnið millum gamla Bank Nordik og bussskýlini lyftast upp, segði ein av arbeiðsmonnunum, tá In.fo fregnaðist.










