Eg koyri teg á valstaðið ? ring 51 14 24

Elin Lindenskov
býráðslimur
valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com

Tað hevur stóran týdning, at tú og øll rundan um teg, sum vilja atkvøða fyri Javnaðarflokkinum fara á val.
Minst til, at hvør einasta atkvøða telur. Bara ein atkvøða kann gera munin, tað hava vit sæð so ofta. Tí fari eg inniliga at heita á teg, far á val og tak so nógv við tær, sum gjørligt.
Sig teimum ivandi, hvussu stóran týdning teirra atkvøða hevur. Sig teimum, at tað eru tey, sum gera munin millum sigur og fall.
Júst týdningurin av hvørjari einastu atkvøðu hevur gjørt, at eg havi tikið frí fyri at koyra fólk á valstaðið.
So hevur tú brúk fyri at fáa ein bil at koyra teg, ella onkran tú kennir á valstaðið, kanst tú altíð ringja til mín. Eg eri tøk allan valdagin, so tað er ikki at smæðast. Er upptikið, so tosa eini boð inn á telefonsvararan, so ringi eg aftur. Ring endiliga 51 14 24.