? Eg kenni meg sum ein smádrong

Brandmeistarin í Havn, Peter Seloy, er sera fegin um nýggja, framkomna brandbilin í Havn, sum er av størstu bilum av slíkum slag. Hann hevur vatnkanón, skúmkanón og 3.000 watt sterka ljósskipan

Eirikur Lindenskov


? Eg havi tað akkurát sum lítli sonur mín jólaaftan.

Soleiðis málber Peter Seloy seg, tá hann greiðir Sosialinum frá um nýggja, stóra og framkomna brandbilin, sum Tórshavnar býráð hevur keypt Brandstøðini í Havn.

Talan er um ein stigabil - sum røkkur heilar 33 metrar upp. Hóast talan er um ein sonevndan stigabil, so hevur hann ikki stiga, men ein arm við eini kurv, sum tekur fýra fólk á ganging.

Bilurin er av slagnum Volvo. Hann hevur 380 hestakreftir og automatisk gear. Bilurin hevur alla hugsandi útgerð, sigur Petur Seloy.

? Hann er útgjørdur bæði við vatnkanón og skúmkanón, so um talan er um eld í eitt nú einum stórum oljutanga, so kunnu vit skjóta skúm út yvir eldin, sigur hann.

Ovast upp á arminum er eisini ein 3.000 watt sterk ljósskipan, so teir uttan hóvasták kunnu lýsa út yvir eitt stórt vanlukkustað.

Petur Seloy leggur dent á, at alt hetta er innbygt í bilin, so talan er ikki um at fara at renna við leidningum og slangum.

? Vit skulu bara trýsta á ein knøtt, sigur hann.

Petur Seloy dylur ikki, at býráðið hevur lagt stóra orku í at keypa nýggja útgerð og bilar til brandstøðina seinnu árini. Fara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, so hevði býráðið valla ráð at umvæla útgerðina sum var, eitt nú gamla stigabilin.

Men hvussu er støðin nú útgjørd í mun til danskar brandstøðir?

? Vit eru helst betur útgjørdi enn fleiri brandstøðir í Danmark, sigur Peter Seloy, sum kortini leggur dent á, at danskar støðir er sera væl útgjørdar.

? Donsku politikararnir hava lagt stóran dent á at hava trygdina í ordan. Tað hevur jú størri týdning, at trygdin er í lagi, enn at onkur skúli ikki verður málaður, sigur hann og sipar til, at eingin politikarari vil standa model til, at eitt nú børn brenna inni vegna vantandi útgerð.

Petur Seloy sigur, at hann nú kann sova tryggari um náttina, tí nú er støðin so væl útgjørd, sum hugandi er.

? Men vit kunnu sjálvandi altíð koma út fyri onkrum brandi, sum er størri enn tað, vit megna.

? Men nú kunnu vit so í hvussu so er ikki skylda uppá, at útgerðin hjá okkum ikki var í lagi, sigur hann, og leggur afturat, at umframt góðu útgerðina, so er fólkið á brandstøðini eisini væl útgbúgvið.

Annars eru teir á brandstøðini í ferð við at umbyggja ein nýggjan stóran tangabil.

Talan er um ein stóran Scania tangabil, sum teir hava fingið frá Føroya Shell.

Hesin verður í løtuni umbygdur til tangabil við pumpum, og er tað Brandstøðin sjálv, sum stendur fyri tí arbeiðinum.