Eg kenni lítið til Føroyar

- Eg veit, at Linda, sum vann X-Factor, er úr Føroyum, men annars veit eg einki um Føroyar, sigur danska reality-stjørnan Amalie, sum vitjar í Havn um vikuskiftið. Amalie Josephine Kejser Szigethy er 19 ára gomul. Hon er ein av teimum ungu stjørnunum í Danmark, sum er blivin kend við at undirhalda ungfólki í sendirøðini Paradise Hotel. Har gongur tað lívliga fyri seg, og Amalie var ein av profilunum í seinastu røðini av Paradise Hotel, sum føroyskir ungdómar eisini hyggja at.

 

Síðani hevur TV3 gjørt eina nýggja røð við henni, har fólk hava kunnað fylgt við royndunum hjá henni at blíva poppsangari, samstundis sum lívið skal livast við veitslum, shopping og vinum.

 

Hetta vikuskiftið vitjar Amalie í Føroyum. Hon fer at framføra á Rex í Havn og í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið.

 

- Hetta hevur verið eitt spennandi ár, og tað er hent nógv hjá mær. Eg eri komin langt í mínum dreymi, sigur Amalie.

 

Komandi dagarnar vitjar hon fyri fyrstu ferð í Føroyum.

 

- Eg veit ikki so nógv um Føroyar. Eg veit, at Linda, sum vann X-Factor, er úr Føroyum, men annars veit eg einki um Føroyar, sigur Amalie.

 

- Fleiri av mínum vinum frá Paradise Hotel hava verið í Føroyum, og tey hava latið væl at, so eg vóni, at eg eisini verði væl móttikin, sigur hon.