Eg kann vera blíð sum eg veit ikki hvat...

Journalistblóð hevur altíð pumpað í æðrunum hjá Sigrun Brend, og starvið hdevur eins nógvar avbjóðingar, sum tað eru spennandi, ósagdar søgur. Og heima hevur hon hundar, gæs og seyð

Er tíðindaflutningur lívsleiðin, sum tú droyndi um sum barn?
- Ja, tað skuldi annaðhvørt verða journalistur ella djórlækni. Men á leiðini náddi eg fyrst at útbúgva meg til pedagog, síðani til lærara og nú eri eg í holt við diplom-útbúgvingina sum journalistur. Kanska verður næsta útbúgvingin, sum eg fari í holt við, djórlækni. Nalja.

Hvat er tað besta við starvinum?
- Tað eru eins nógvar avbjóðingar, sum tað eru spennandi søgur, sum ikki eru sagdar áður. Tú fært møguleikan viðgera eym mál, og at vísa á skeivleikar. Arbeiðið er kreativt, og so er tað eisini luksus, at fólk hava meingin um tað, sum tú gerst. Mær dámar væl at samskifta við fólk og tað fái eg høvið til í arbeiðinum.

Hevur starvið nakrar negativar síður?
- Ikki nakað nevnilverdugt. - drúgvir arbeiðsdagar og alt ov lítið í løn.

Hvat er títt størsta scoop?
- Scoop og scoop. Eg veit ikki rættuliga, men tað eru nógv innsløg, sum eg eri glað fyri.

Ert tú til føroysku náttúruna ella suðurlendskar strendur?
- Føroyska náttúran er tað besta. Havi ongantíð ligið á nakrari suðurlendskari strond. Tað nærmasta er við Garda-vatnið í Italia. Eg havi ikki tol at liggja still og sóla mær. Hinvegin er ein góður túrur niðan í fjøllini her heima nakað av tí besta. Skal eg uttanlands. so stendur Transsibiriska jarnbreytin ovast á ynskilistanum.

Hvat er tað besta, tú fært at eta?
- Ræst kjøt.

Dugir tú væl at gera mat?
- Nei, tað er synd at siga. Men síggi eg eina spennandi uppskrift í onkrum blaði, so eri eg so mikið djørv, at eg tori at geri hana. Maðurin og synirnir eta tað í hvussu er. Lutfallið millum meg og mannin viðv. matgerð er annars ávikavíst 20/80. Veit ikki um tað telur við, men eg baki ofta.

Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
- Dokumentarsendingum, enskum filmum og føroyskum sendingum..

Hvussu er títt sínnalag?
- Hmmm, ein naskur spurningur. Eg kann vera blíð sum eg veit ikki hvat, men eg kann eisini vera rúkandi óð. Al oftast eri eg tó í góðum lag. Kanska eitt sindur veðursjúk hesa tíðina á árinum, men so skjótt sólin sær, fái eg orku til at gera ALT tað, sum hevur ligið á láni. Næstan.

Hevur tú nøkur húsdjór?
- 2 stk. golden retriever, 1 stk. gásapar og 4 stk. seyð.

Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so búð?
- Hevði helst búð í Dubai, har skattaprosentið var 0,0. Annars havi eg einki boð upp nakað land. Kundi hugsað mær at búð í Grønlandi eina tíð, og Japan freistar meg eisini. Men eg havi ikki kannað, hvussu høgt skattaprosentið er í hesum londum í dag.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
- "Flaskepost fra P" eftir Jussi Adler Olsen, og "Føroyingasøga" sum Heðin Brú og Richard Long hava umsett.