? Eg kann lasta flogførini sjálvur

Stjórin á Atlantsflog roknar ikki við, at flúgvingin hjá felagnum verður avlýst orsaka av verkfallinum

 

Flogferðslan til og úr Føroyum heldur fram hóast verkfallið, men helst verður tænastan merkt komandi dagarnar.

? Vit rokna ikki við, at verkfallið fær álvarsamar avleiðingar fyri flúgvingina. Vit ælta at flúgva, hóast talan kann gerast um seinkingar, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.

Fólkini, sum lasta flogførini, eru farin í verkfall, men hetta fer ikki at forða fyri, at flogførini kunnu flúgva. Ein avleiðing kann vera, at ferðafólkini ikki fáa alt viðføri við, og at tænastan í sambandi við flúgvingina ikki verður, sum hon plagar at vera.

? Um tað verður neyðugt, so kann eg lasta flogfarið sjálvur. Eg eri stjóri og kann gera tað, sum eg havi hug til, sigur Magni Arge.

Eisini Maersk Air roknar við at flúgva sum vanligt komandi dagarnar.