Eg kann ikki vera hálvnakin í mínum videoløgum

Hvussu skal man kalla teg?
- Eg eiti Guðrun. Áðrenn "Stjerne for en aften" varð eg bara kallað Guðrun, men aftaná tað bleiv tað Guðrun Sólja. Tað er faktiskt líkamikið, hvat fólk kalla meg.

Hvar býrt tú?

- Í Albertslund uttanfyri Keypmannahavn.


Hvat gert tú nú?

- Eg gangi í skúla og læri til sanglærara ella "vocalcoach", sum tað eitur. Útbúgvingin er trý ár, og hetta er annað árið.


Livir tú av tónleikinum?

- Eg hevði eina konsert í gjárkvøldið her á Tvøroyri. Annars havi eg minni framførslur av og á.


Hvør er besti songkvinna í Føroyum?

- Eivør og Lena eru sera góðar. Eg hugsi meira um góðar sangir enn tey, sum syngja teir. Sting, til dømis, hevur sera nógvar góðar sangir, men mær dámar onki serligt hansara rødd.


Hvør er tín fyrimynd?

- Haldi ikki, eg havi nakra fyrimynd júst nú. Fyrr var tað Alanis Morrissett, tí hon ger so fantastiskan tónleik. Mamma mín og beiggi mín eru sjálvandi eisini fyrimyndir.


Hvussu sært tú nú uppá tað at vinna "Stjerne for en aften"?

- Ógvuliga positivt. Tað var ein fantastisk uppliving, og eg lærdi meg nógv. Um tað ikki var fyri tí, hevði eg óivað enn gingið her heima og ivast í, hvat eg skuldi gjørt.


Hvat er tín hægsti dreymur?

- At vera lukkulig. At eg sleppi at fáast við tónleik, antin sjálv á palli ella sum lærari.


Er tað ein forðing at verða kraftig?

- Ja tað er tað, men tað ber til at hava útstráling, hóast man er kraftigur. Tað, sum er øðrvísi hjá mær, er, at eg til dømis ikki kann vera hálvnakin í mínum videoløgum.


Er tú rík?

- Eg eri lesandi, so eg livi av SU. Men eg havi lagt eitt sindur av peningi til síðis.


Hvat er tað besta við at búgva í Danmark?

- Lukturin. Eg elski luktin, tá man kemur úr flogfarinum og er lendur í Danmark. Tað er ein annarleiðis luktur í Danmark enn heima. Handlarnir og kaféirnar eru eisini deiligar.


Hvat angrar tú mest í lívinum?

- Veit ikki um eg angri nakað sum so, kanska at eg burdi verið betri fyrireikað til summar konsertir, enn eg havi verið.


Hvat hevði tú gjørt, um tú vart ósjónlig í ein dag?

- Verið ein fluga á vegginum, har fólk sótu og slatraðu.


Hvar stendur tú átrúnaðarliga?

- Eg trúgvi uppá nakað størri enn vit. Eg biði faðir vár og gangi í kirkju.


Hvat er tín lívrættur?

- Beint nú er tað ræstur fiskur, sum eg fái frá mammu í kvøld.


Hvat ger teg illan?

- Fólk sum ikki vísa respekt og tey, sum hyggja niður á onnur fólk.