- Eg kann ikki taka mær av Mjølnir

Formaðurin í KÍ heldur tað ikki verða hansara uppgáva at bøta um umstøðurnar hjá Mjølnir.

Í flogbóltsfelagnum Mjølnir í Klaksvík eru tey ónøgd við umstøðurnar, sum felagið hevur at virka undir. Í løtuni er næstan alt virksemið hjá Mjølnir í fimleikahallum, men onkuntíð verður sloppið framat í KÍ-høllini. Umboð fyri Mjølnir hava eisini ført fram, at tað kann ikki verða rætt, at hondbóltsfelagið Stjørnan fær nógv betur sømdir enn Mjølnir í KÍ-høllini.
 
Stjørnan partur av KÍ
Sum skilst rindar Stjørnan nógv minni í hallarleigu fyri tíman, enn hvat Mjølnir ger í KÍ-høllini. Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, vil tó ikki vátta hetta, men sigur: - Stjørnan er ein partur av KÍ, og tí er tað púra náttúrligt, at vit hjálpa Stjørnuni. Eg kann ikki taka mær av, hvussu umstøðurnar hjá Mjølnir eru, tí tað er ikki ein partur av KÍ, sigur Gestur Hovgaard.