Í kvøld er hálvfinala í X Factor kappingini hjá DR. Jógvan Joensen er ein av teimum fýra luttakarunum, sum skulu kappast um trý pláss í finaluni.
Jógvan Joensen sigur, at hann hevur ikki gjørt sær nógvar tankar um, hvussu langt hann fór at koma í kappingini, men hevur heldur roynt at framført erligt og væl, og tað hevur riggað higartil.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Mirjam Pætursdóttir hevði við Jógvan Joensen á Rás2 í morgun.