TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi við sigursmálskjúttan hjá B36, Gest Bogason Dam, aftaná 1-0 sigurin hjá B36 á Víkingi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Um sigursmálið sigur Gestur: - Eg hugsaði ikki, eg smekkaði bara til. Nú vónar Gestur, at B36 kann halda leiðsluni til seinnu hálvfinaluna, tí at sleppa í eina steypafinalu er tað størsta ein kann uppliva, sum fótbóltsspælari heima í Føroyum.
(Mynd: Sofus D. Johannesen)