Tað er ikki eyga turt í Føroyum í kvøld. Alt landið lá stilt. Fólk sótu sum á nálum, tá sendingin »Stjerne for en aften« var á skíggjanum.
Frætt er frá støðum kring landið, har fólk eru savnað at fylgja við. Eisini í Danmark hava fólk verið savnað at fylgja við sendingini. Hvør við sínar fartelefon og summi við fleiri. Øll vildu senda SMS og atkvøða fyri Guðrun. Og hon fekk atkvøður. Næstan triðingin av teimum 295.000 atkvøðunum, sum latnar vórðu, ella góðar 91.000 atkvøður. Umleið tað dupulta av fólkatalinum í Føroyum.
Í Føroyum hava øll gingið við somu vón, og vónin gjørdist veruleiki.
Nógv verður at síggja og hoyra komandi dagarnar, men hiðani hava vit bara
eitt at siga:
»Hjartaliga tillukku!!«