Eg hevði væntað, at eg varð boðin við

Kári P. Højgaard, harmast um, at hann ikki er boðin við til hátíðarhald í kvøld

- Eg havi staðið fyri verkætlanini og satt at siga, hevði eg væntað at, eg varð boðin við til hátíðarhaldið á Viðareiði í kvøld.

 

Kári P. Højgaaard, landsstýrismaður í innlendismálum, dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur vónbrotin av, at hann ikki er boðin við til hátíðarhaldið á Viðareiði í kvøld.

 

Har skulu tey skriva undir sáttmálan um at gera Viðareiðistunnilin, so at tað endaliga er klárt at fara undir arbeiðið.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at hátíðarhaldið er eisini lagt samstundis sum fiskivinnutingið í Klaksvík er í kvøld og har skal Kári P. Høgjgaard vera við í einum orðaskifti við hinar floksformenninar.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at tað er hann, sum landsstýrismaður, ið hevur staðið fyri útbjóðingini, og hevur lagt verkætlanina til rættis.

 

Hann følir, sostatt, at hann er pápi verkætlanina og hann sigur, at tað einasta, sum, er hent, síðani hann varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, er, at samráðingar hava verið við arbeiðstakaran um at lækka prísin at passa til játtanina á fíggjarlógini.

 

- Tað var eg, sum tók avgerð um, talan skuldi verða um ein tunnil, heldur enn at taka av hinum møguleikanum hjá Landsverk, sum var at bøta um vegin.

 Og tað fekk eg politiska undirtøku fyri, leggur fyrrverandi landsstyrismaðurin afturat.

 

Tí hevði hann væntað at verða boðin við, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður.

 

- Men mongum brestur ætlan, staðfestir hann eisini.

 

Kortini leggur hann dent á, at hann er serstakliga fegin um, at tunnilin nú verður veruleiki.