- Tað var ein fantastisk uppliving, og eg lærdi eina rúgvu. Men tað var eisini ein strævin tíð, har eg ofta kendi meg einsamalla, hóast nógv fólk var rundan um meg. Soleiðis sigur 31 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen, sum fyri 11 árum síðani vann sangkappingina Stjerne for en aften á DR1. Hóast kappingin gav henni nógvar góðar upplivingar, hevur tað eisini havt sín prís.
- Tá eg hyggi aftur á tíðina, so vardi tann øgiligi áhugin frá almenninginum og fjølmiðlunum í gott og væl tvey ár, og so hasaði alt av. Men tað var kanska líka so gott, sigur Guðrun Sólja, sum hevur blandaðar kenslur, tá hon tosar um tíðina, tá hon brádliga gjørdist eitt kent andlit og fleiri ferðir um vikuna framførdi á kendum festivalum og á stórum konsertum.
- Tað var alt rættiliga løgið, men samstundis eisini ótrúliga feitt. Eg slapp at uppliva ymiskt, sum eg ongantíð hevði droymt um kundi henda fyri meg. Men eg hevði ikki farið við í nakra slíka kapping aftur, sigur Guðrun Sólja.
- Eg var ógvuliga einsamøll. Mitt í viku, meðan øll vinfólkini gingu í skúla og vóru til arbeiðis, sat eg einsamøll í íbúðini í Keypmannahavn. Og tá tey høvdu frí í vikuskiftunum og hugnaðu sær saman, skuldi eg upptraðka vikuskiftið á tamb. Á tann hátt misti eg eitt sindur samband við øll míni nærmastu, greiðir Guðrun Sólja frá.
Fleiri ungir tónleikarar halda, at tað er eydnan, um tú sleppur at luttaka í eini stórari kapping í sjónvarpinum og enntá verður vinnari, men soleiðis er ikki altíð, slær Guðrun Sólja fast.
- Sjálv upplivi eg enn tann dag í dag, at tað er trupult at fáa sangirnar hjá mær spældar í donskum útvarpi. Tað er líkasum, at eg blívi við at hava hatta Stjerne for en aften stemplið á mær, og tey halda ikki, at eg veruliga dugi nakað innan sang og tónleik, sigur Guðrun Sólja, sum langt síðani hevur avgjørt, at hon ikki aftur skal vera við í nakrari sangkapping.
- Eg síggi heilt anarleiðis upp á slíkar kappingar í dag, og eg veit, at eg fari ongantíð at melda meg til nakað tílíkt aftur. Eg føli, at eg havi verið ígjøgnum alla hasa mylnuna. Tú ivast allatíð í, um tú nú ert góð nokk, verið eg blakað úr kappingini hesa vikuna, og ja, tað vóru nætur, har eg ikki svav, bara tí eg spekuleraði so nógv um næstu live sending, sigur Guðrun Sólja.
Les alla samrøðuna við Guðrun Sólju Jacobsen í vikuskiftissosialinum ella við at trýsta her