Eg hevði meira styrki enn eg helt

- Eg hitti ein mann úr Kanada, vit giftust og vóru gift í næstan sjey ár, men so fann hann sær eina aðra, fekk sær børn og alt. Eg helt, at lívið var endað, og at eg fór at doyggja, men eg havi upplivað, at eg hevði meira styrki, enn eg helt meg hava, sigur Rannvá Erlingsdóttir Simonsen, ið býr í bítandi kulda í Kanada

Rannvá Erlingsdóttir Simonsen er 44 ára gomul. Hon er fødd og uppvaksin í Havn, men býr nú í Kanada.

Hvar ert tú stødd?
Iqaluit, Baffinland, Nunavut, Kanada, beint vestan fyri Grønland, sama breiddarstig sum Føroyar, ein fjórðings snúðning vestur eftir á knøttinum.

Nær flutti tú hagar?
Eg flutti í apríl 1997.

Hví flutti tú til Kanada?
Mær hevur altíð dámt at liva á markinum millum samfelag og náttúru – og so var tað eisini ”stupid love”. Eg ætlaði mær til Grønlands at arbeiða, men so hitti eg ein mann hiðani, og hann beyð mær at vitja seg. Vit giftust og vóru gift í næstan sjey ár, men so fann hann sær eina aðra, fekk sær børn og alt. Tað var sera ringt. Eg helt, at lívið var endað, og at eg fór at doyggja. Men nú havi eg tað gott, eg havi upplivað, at eg hevði meira styrki, enn eg helt meg hava. Eg havi lært nógv, lívið heldur fram, og eg eri framvegis her. Eg vildi ikki rýma frá øllum, men heldur grøða míni sár her.

Hvat tekst tú við?
Eg designi, seymi og selji kópaskinsklæði og onnur skinnklæði og lutir. Eg geri eisini arkitektaarbeiði, sum er mín útbúgving.

Hvussu er við málinum?
Nja, eg skilji eitt pinkulítið sindur av Inuktitut, sum er lokala málið. Samanborið við grønlendsk er hetta sum íslendskt er samanborið við føroyskt. Annars tosi eg føroyskt og enskt við børnini. Við hvørt tosa vit norskt, tí mamma mín er norsk, so vit royna eisini at halda tað viðlíka. Eisini eru nógv fólk her, sum tosa franskt, og tey koma vit eisini í samband við, so vit venja okkum í fronskum eisini – eg skilji so at siga alt, og tosi tað eitt sindur. Eg havi ein fittan sjeik, sum er japanari og uppvaksin í Brasil. Har tosa tey portugisiskt, so eisini tað royni eg at læra meg – og eg læri hann føroyskt. Kanada hevur annars tvey almenn mál – enskt og franskt. Alt, sum er skrivað her, er á báðum málunum. Alt frá mjólkapakkum til skriva frá tí almenna.

Hvat dámar tær í Kanada?
Mentanin í hesum partinum av Kanada er, at fólk eru sera hjartalig, erlig og fitt. Tað er í lagi at visa sina menniskjaliga síðu. At vera kaldur og kyniskur ger ikki, at mann er cool – tvørturímóti. Hetta er eitt sera sunt rák.
Tað er fantastiska vakurt her. Veðurlagið er sera kalt, men lættari at hava við at gera enn í Føroyum, tí her er turrur kuldi. Tú skalt bara syrgja fyri at lata teg nóg væl í, so er alt í lagi. Um tú fert út uttan húgvu, kann tað bókstaviliga henda, at oyruni hjá tær frysta. Sonurin misti húðina av oyrunum nú ein dagin, tí hann var ikki í húgvu. Tað var sum at fáa eitt brandsár, og tað oyrað frystir lættari aftur, um tað fyrst er hent einaferð, men nú er oyrað hjá honum gott aftur.
Tað eru so nógv fólkasløg her, og ymsar mentanir liva saman í friði og náðum. Tað er ríkt og áhugavert og ein fyrimynd fyri restina av heiminum. Eg havi kanadiskar vinir, sum eru úr India, Iran, Guatemala, Argentina, USA, Kina, Japan, Ukrania, Karibia, Grikkalandi, Italia, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Korea, Týsklandi, Noregi og ein føroyingur afturat býr nú eisini her.
Tað er so hugnaligt og stuttligt at kenna so ymisk fólk, og tað er tað reina ST, tá ið tey koma til veitslu hjá mær.

Er tað nakað, sum tær ikki dámar við Kanada?
Fólk arbeiða øgiliga nógv her. Býirnir kundu verið hildnir betur, og eg sakni eitt sindur meira av sosialari samveru. Føroyingar duga so væl at stuttleika sær.

Hvussu er maturin?
Vit kunnu eta norðurlendskan mat, um vit vilja. Vit kunnu eisini eta alt møguligt annað. Í hesum lítla býnum, her tað búgva 6.000 fólk, kunnu vit til dømis keypa indiskan, japanskan og teilendskan mat – vit kunnu eisini keypa svenskt knekkbreyð og danskan brie-ost. Eg eti havragrýn og frukt til morgunmat, og í dag høvdu vit gestir og ótu vit laks, grísasteik, epli bakað við róma, rísi og grønmeti. Ein annan dagin ótu vit sushi.

Hvussu er veðrið?
Í dag eru tað minust 36 stig. Onkuntíð kemur tað niður í minus 50 stig. Summarið líkist tí føroyska, men tað regnar ikki so ofta..

Hevur tú ætlanir at flyta heim til Føroya aftur?
Hmm, tað hugsi eg um ofta, men eg veit ikki.

Hvat saknar tú mest við Føroyum?
Bindiklubban, vinirnar og familjuna. At kunnu kenna børnini hjá vinunum hjá mær, tí tey líkjast ofta foreldrunum, tá ið tey vóru lítil.
Eg sakni eisini, at øll kenna øll, tí samfelagið verður so tætt og effektivt av tí. Tað er lættari at koordinera og finna røttu fólkini, hóast tað eisini onkuntíð endar við, at fólk blanda seg ov nógv uppí hjá hvørjum øðrum.
Eg sakni diskussiónirnar um list, heimspolitikk, kærleika, sex og meiningina við lívinum. Flestu føroyingar hava sínar meiningar um hetta, og tað er stuttligt og áhugavert.
Børnini eru sera trygg í Føroyum, og eg sakni hugnan og samkomur í sambandi við jólini, flaggdagin, tá ið tú kanst ganga ein túr og práta við.
Og so er tað sangurin. Ein og hvør føroyingur, sum sigur seg ikki duga at syngja, dugir betur at syngja enn flestu fólkini heryviri.